Aftur í nátt var løgreglan úti við radaranum og máldi ferð á bilum. Hesa ferð vóru tey á Kaldbaksvegnum, har tað er ein vanligur trupulleiki, at bilar koyra nakað skjótt. Og tað gjørdu teir aftur í nátt. Løgreglan sigur, at tveir bilførarar vórðu tiknir og teir koyrdu báðir nakað væl skjótari enn 80 kilometrar um tíman, sum er mest loyvda ferð á strekkinum. Annar bilførarin koyrdi 111 kilometrar um tíman og má nú taka koyrikortið av nýggjum Hin koyrdi 109 kilometrar um tíman og hann fær klipp í koyrikortið.
|