Løgreglan er javnan við skúlarnar tíðliga í morgun og kannar ferðsluna, tá ið skúladagurin byrjar. Tað vóru tey eisini í morgun og hesa ferð vóru tey í Varðagøtu, har Sankta Frans skúli er. Har eru ofta trupulleikar av ferðsluni, tí Varðagøta er smøl, og beint oman fyri skúlan er eisini Sankta Jósefs Barnagarður. Sostatt er rættiliga nógv ferðsla á Varðagøtu, serliga um morgnarnar.
Fyri at bøta um trygdina, eru ferðsluforðingar settar upp og hámarksferðin er avmarkað. Men nakað serligt er eisini, at um eitt skifti um morgunin, rundan um klokkan átta, tá ið skúlin byrjar, og børn verða koyrd í barnagarðin, er Varðagøta einvegis, so at tað bert er loyvt at koyra oman eftir.
Men løgreglan sigur, at í morgun fóru tveir bilar niðan eftir Varðagøtu akkurát hesa tíðina. Teir vórðu steðgaðir og tað kostar teimum eina bót upp á 1500 krónur, umframt at teir fáa klipp í koyrikortið.
Løgreglan var eisini á ferð norðanfyri við ferðmátaranum og eisini tað kostaði tveimum bilførara klipp í koyrikortið, tí hann koyrdi beint oman fyri 101 kilometrar um tíman, har tað var loyvt at koyra 80, men harafturat fær hann eisini bót. Men ein annars slapp akkurá undan klippinum tí hann koyrdi beint undir 101 kilometrar um tíman, men hann fær so eisini bót.