Koyrikort til knappaborð

- PC-koyrikort er eitt hugtak, ið tú alt oftari hoyrir sagt ella skrivað. Men hvat umfatar hetta fyribrigdi ...?

Tað eru tey, sum halda, at PC-koyrikort ella teldu-koyrikort er eitt koyrikort til bil, sum tú tekur við telduundirvísing. So er ikki, men tað minnir kanska eitt sindur um!

- PC-koyrikort er eitt prógv fyri, at tú skilir, hvussu ein telda virkar og at tú dugir at brúka tey mest vanligu forritini, sigur Regin Joensen, sølustjóri á Formula Xerox.

Telda, e-postur, Internet og PC-koyrikort! Hetta eru alt orð, ið vóru púra ókend fyri bert fáum árum síðani. Tey bera boð um stórar broytingar í samfelag okkara, og felags fyri tey øll er, at tey eru partur av tí, ið rópt verður kunningartøkni, stuttstavað KT. Í dag verður trupult at finna bara eitt einasta arbeiðspláss, sum einki hevur við kunningartøkni at gera. Har verður skrivað, bókað, upplýsingar verða goymdir o.s.frv.

Kunningartøkni er lutfalsliga nýtt her á landi, og tað setir eisini sín dám á KT-førleikan á arbeiðsplássu-num.


Kring, men skerd

- Flestu duga lítið meira enn tað, tey skulu brúka til tað arbeiði, tey gera til dagligt, og eru sera kring í tí. Skalt tú skifta arbeiði, so skalt tú læra nakað heilt nýtt, og av somu orsøk eru tað fleiri, ið aftra seg við at skifta starv.

- Skulu vit samanbera við bilkoyrikortið, so svarar tað til, at tú bert dugir at koyra Toyota, men ikki Audi og onnur bilmerki, at tú bert dugir at koyra í einvegis gøtu, men fært trupulleikar, um onkur kemur ímóti, at tú bert dugir at koyra bil við manulellum gearum, men ikki atomatiskum o.s.frv.

Regin Joensen sigur, at bæði starvsfólk og arbeiðsgevarar eru vorðin alt meiri greið yvir tær avmarkingar, sum liggja í hesum. Úr hesi sannkenning er so sprottin hugskotið um sokallaða PC-koyrikortið ella European Computer Driving License, sum tað eitur á enskum.


Ein pakki við

føstum innihaldi

Hetta er ein ?pakki? við einum føstum innihaldi, sum kann býtast í trý. Ein partur er, at tú lærir at brúka tey mest vanligu forritini (skriviforrit, dátugrunn, rokniark og framløgu) og ein partur er samskiftistøkni, herundir Internót og e-postur. Hesir báðir partarnir eru teir meiri praktisku, sum læra teg at loysa ávísar uppgávur við ávísum forritum. Tú fært sostatt ein praktiskan førleika, tá ið tú tekur PC-koyrikort.

Regin Joensen sigur, at um so var at PC-koyrikortið bert umfataði hesar praktisku partarnar, so vart tú skjótt afturútsigldur, tí tað koma alla tíðina nýggjar útgávur av kendum forritum ella heilt nýggj forrit til somu uppgávur.


Fortreytir

fyri at læra nýtt

- Tá ið alt kemur til alt, so er tað triði parturin, ið tann týdningarmesti. Hesin parturin, sum er tann fyrsti í undirvísingini, snýr seg um grundleggjandi fatan av, hvat kunningartøkni er og hvussu stýriskipanin í eini teldu virkar. Tað er hesin parturin, ið ger teg føran fyri at læra nakað nýtt, tí tú hevur skilt tað grundleggjandi. Tú kanst so at siga skifta frá manuellum til automatisk gear uttan at missa pippið, tí tú hevur skilt tað grundleggjandi, sigur Regin Joensen.

Ætlanin við PC-koyrikortinum er, at tú skalt fáa kunnleika til teir møguleikar, sum kunningartøknin gevur tær bæði heima og til arbeiðis, og at tú skalt vera førur fyri at taka við teimum avbjóðingum, sum standast av broytingum í kunningartøknini.

Formula Xerox-maðurin sigur, at hetta er orsøkin fyri, at tað vindur alt meiri uppá seg at taka PC-koyrikort, ikki minst tí at hetta er vorðin ein altjóða góðkend útbúgving í flestu europeiskum londum, teirra millum øllum teimum norðurlendsku. European Computer Driving License verður umsitið av einum altjóða stovni, og í føroyskum høpi er Dansk Dataforening millumliðurin, ið avger, hvørjir telduskúlar kunnu fáa góðkenning til undirvísing og royndir í PC-koyrikorti.


Samskifti avgerand í framtíðini

Nógv telduundirvísing verður boðin út í hesum tíðum, men umframt Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Klaksvík, so er Formula Xerox einasti telduskúlin í landinum, sum er góðkendur til eisini at skipa fyri roynd í PC-koyrikorti.

- Okkara meting er, at førleikin hjá føroyingum til at samskifta við onnur verður avgerandi fyri, hvussu vit koma at standa okkum sum samfelag, og hetta samskiftið fer ikki minst fram við kunningartøkni. Í komandi øld fer førleiki í kunningartøkni at at vera eins týðandi og tað hevur verið at duga at lesa, rokna og skriva hesa øldina; Formula Xerox vil gjarna vera við til at menna hendan førleikan, og vit hava útbúgvið okkara fólk og útgjørt okkara høli við hesum fyri eyga, sigur Regin Joensen.