Tað verður sagt av Ingun Gaardbo, at stóran part av leiðini er ferðin um 100 km/t. Hetta er ein sera álvarslig skuldseting um brot á ferðslulógina og verður við hesum aftutvíst. Hesar skuldsetingar hava nakrar óhepnar fylgir fyri Strandfaraskip Landsins og tað verður tí við hesum heitt á Ingun Gaardbo, um alment at taka aftur hesar álvarsligu skuldsetingar. Til kunningar skal nevnast, at talan er um bussførarar, sum hava drúgvar koyriroyndir og sum m.a. eisini leypandi tilogna sær førleika við koyritekniskari eftirútbúgving uttanlanda.
Viðmerkjast skal at enda, at bussførarar á Bygdaleiðum kunnu undir ongum umstøðum góðtaka at verða partur av einari almennari samferðslupolitiskari diskussión, um snarleið ella ikki o.a. og at farið verður eftir manninum heldur enn eftir bóltinum. Talan er um starvsfólk, sum bara røkja tær uppgávur, sum álagdar verða av leiðsluni.
Vinarliga
Róland N. Joensen
Jan H. Wardum
John Johansen
og
Arni Wang