Danmark misti aftur ein hermann í Afghanistan í gjár. Tað var ein 23 ára gamal maður, sum doyði av einari spreinging, og sostatt hevur Danmark nú mist 28 hermenn í krígnum í Afghanistan.
Samstundis endurgevur Berlingske Tidende í dag eina nýggja amerikanska fregnartænastufrágreiðing, sum sáar iva um sjálvt grundarlagið fyri krígsførsluni.
Amerikanska frágreiðingin sigur, at Taliban og al Qaeda eru ikki høvuðsfíggindin longur, men at tað eru mótstøðufólk, sum vilja hava tað útlendska hersetingarvaldið av landinum.