USA kann ikki vinna kríggið í Irak við hermegi, sigur fyrrverandi uttanríkisráðharrin Henry Kissinger.
Gamli uttanríkisráðharrin segði við BBC í gjár, at USA hevur ongan møguleika at vinna Irak-kríggið við hermegi longur.
-Tað letur seg ikki gera, segði hann. Hinvegin ávaraði hann USA ímóti at taka hermenninar úr Irak enn, tí eftir hansara tykki kann tað hava við sær, at viðurskiftini í grannalondunum verða ótrygg.
-Tað kann fáa álvarssamar avleiðingar, um Irak endar í einum ruðuleika, tí tá fáa vit trupulleikar, sum vit noyðast at stríðast við í mong ár frameftir, og sum fyrr ella seinni fara at noyða okkum at senda hermenn aftur hagar, heldur Kissinger.
Hann heldur, at USA og tess sameindu eiga at tosa við grannarnar hjá Irak fyri at fáa eina loysn. Sum eitt fyrsta stig eiga tey føstu limalondini í ST-trygdarráðnum at skipa fyri einari ráðstevnu saman við grannalondunum hjá Irak og londum sum India og Pakistan,.
Fyrrverandi trygdarráðgevin og uttanríkisráðharrin hevur eisini virkað sum ráðgevi hjá George W. Bush, forseta.