Kríggj í Irak
Árni Joensen:
- Spurningurin er, um tað var nakað alternativ til kríggj. Trygdarráðið var samt um samtykt nummar 1441, og í henni stóð, at tað fór at fáa álvarssamar avleiðingar, gjørdi Irak ikki eftir samtyktini.
Tað sigur tann 69 ára gamli norski søguprofessarin Olav Riste, sum er granskingarleiðari á norska verjustovninum.
- Tá amerikanarar hugsaðu um »álvarssamar avleiðingar«, hugsaðu teir um kríggj, men trupulleikin var, at hini londini og serstakliga Frakland høvdu ongantíð nakað alternativ til eitt kríggj, gjørdi Irak ikki eftir samtyktini. Tá trygdarráðið gjørdi eina slíka samtykt, var tað greitt, at hetta kundi enda við kríggi, sigur Olav Riste við norska útvarpið.
Hann heldur ikki, at longd kanningartíð hjá vápnaeftirlitsmonnunum hevði verið eitt alternativ til kríggj.
- Irak er eitt stórt land, og sjálvt um fleiri eftirlitsmenn høvdu verið sendir hagar, hevði tað ikki loyst trupulleikan. Samtyktin hjá ST sigur, at Irak skal sjálvt sleppa sær av við tey ólógligu vápnini. Eftirlitsmenninir skuldu bert taka stakroyndir fyri at vita, um irakar veruliga gjørdu tað, sum teimum var álagt, sigur norski professarin.
Ein møguleiki kundi eftir hansara tykki verið at víðka tiltøkini ímóti Irak. Eitt nú kundi flogeftirlitið yvir norðara og syðra parti av Irak verið broytt, so tað umfataði alt landið, fleiri vápnaeftirlitsmenn kundu verið sendir hagar, og so kundu ST-hermenn staðið á varðhaldi á teimum ymsu støðunum, so hvørt sum eftirlitsmenninir høvdu kannað tey.
- Men einki av teimum londunum, sum týðiliga vóru ímóti kríggi, legði nakað tílíkt uppskot fram. Ein kann spyrja, hvat teir fronsku myndugleikarnir veruliga hugsaðu, sigur Olav Riste. Spurdur, hvat hann heldur, at fransmenn hugsaðu, svarar professar-in, at ivaleyst hildu fransmenn, at hetta bart var enn ein samtykt, sum kortini ikki fór at geva nakað úrslit.
Heldur byggja brýr
Spurdur, um tað var rætt at fara í kríggj við Irak, svarar Olav Riste, at tað var eitt val millum pest og kolera.
- Varð kríggið ikki sett í verk, hevði tað verið neyðugt at linka tað hernaðarliga trýstið og harvið ásannað, at ST stóð púra máttleyst í hesari støðuni. Og vit vita av royndum, at tiltøkini ímóti Irak høvdu verið skerd fyrr ella seinni, og so hevði Saddam Hussein fingið leysar teymar at halda fram eins og frammanundan, sigur Olav Riste.
Hann ávarar norsku myndugleikarnar ímóti at fordøma USA. Heldur eigur stjórnin í Oslo at varðveita sambandið við Washington.
- Fordøma vit USA, koma vit ongan veg, tí so fer USA at gera tað, sum tað heldur vera rætt. Tað ber sjálvandi til at siga sína hugsan, men samstundis er tað umráðandi at byggja brýr, sigur norski søguprofessarin.