Kríggini hjá USA vóru atvoldin

19 ára gamli Boston Marathon illtonkti bumbumaðurin hevur sagt við FBI, at tað vóru kríggini hjá USA móti Irak og Afghanistan, sum fingu hann og bróðurin at fremja álopini í Boston.

Tað skrivar Washingtn Post.

Úr sjúkraseingini hevur Dzhokhar Tsarnaev viðgingið sín part í at leggja bumburnar nærhendis mállinjuni 15. apríl. Talan er um fyrstu bumbuna síðani 11. september 2001, og hon drap trý og særdi fleiri enn 250 onnur.

Talsmaðurin, ið sambært Washington Post vil vera ónevndur, segði, at Dzhokhar og eldri bróðurin, Tamerlan Tsarnaev, ið fall fyri politikúlum, tá teir báðir royndu at flýggja, tykjast ikki at hava verið í samband við nakra útlendska terroreind.

Hinvegin, segði talsmaðurin, benda prógvini á, at teir hava verið einsamallir um bumbuatsóknina. Dzhokhar Tsarnaev hevur sum nevnt víst til kríggið móti Irak, sum endaði í desember 2011, tá seinastu hermenninir fóru úr landinum, og kríggið í Afghanistan, har Obama, forseti, ætlar at taka her menninar seg aftur seinast í 2014.