Krás og krákutónar

Dragandi og deilig. Mediterandi og melankolsk. Frá teski til torusláttur. Eivør Pálsdóttir leveraði aftur vøruna við fullari innliving, tá hon fyri fullsettum Norðurlandahúsi sang, spældi og legði nýggju fløgu sína Krákan fram fyri føroyingar sunnudagin

Eina tíð hevur hon búleikast í Íslandi og funnið stevið saman við sínum íslendska bólki, ið er mannaður við Pétur Grétarsson, Birgir Bragason og Eðvarð Lárusson. Tey eru samanspæld. Eivør er fangandi í fokus, og bólkurin syrgir fyrst og fremst fyri at stuðla uppundir hennara løg og víðfevndu rødd við stemningsfullum undirspæli.

Eivør hevur vunnið hjørtuni hjá íslendingum, sum eru ovfarnir av hennara talenti. Vit kunnu bara taka undir við teimum. Hon er eitt náttúrubarn og sangsnillingur, og tað vistu vit longu av.
Tað var flog yvir Eivør í Norðurlandahúsinum. Tað tók eina løtu, áðrenn hon kom á pallin. Høgt omanyvir okkum hoyrdu vit hennara sveimandi rødd, so vit spakuliga vandust við tað serliga eivørska universið. So kom hon, og fólk fagnaðu henni fyri líkasum at geva hennara eina viðurkenning fyri tað, hon hevur útint síðan seinast.

Frá byrjan var hon ein fuglur, klødd í einum hvítum hami, sum er seymaður upp á hana. Eivør hevði veingir, og á pallinum hingu eisini fleiri uppblást flogfør, sum helst vóru ein skemtilig tøkk til føroyska flogfelagið fyri eitthvørt. Men Eivør er jú eisini framvegis serføroysk, hóast hon hevur víst sínar dygir aðrastaðni eina tíð.

Skjaldrini seta framvegis dám á tónasmíðið. Gomlu munnbornu rímurnar, sum vórðu njóraðar fyri børnum, hoyrast sjálvandi mest aftur í løgunum Krákan og Rura barnið, men eisini aðrastaðni hómast íblásturin frá bæði kvæðum og Kingo.

Konsertin er sonevnd »promotion« fyri fløguna, sum er eitt vet meiri krevjandi enn hennara fyrsta. Eivør mennist, og skalt tú dáma tað, er næstan neyðugt, at tú fylgir við hennara menning. Í støðum er tað øgiliga stilt og seinført, aðrastaðni hart og ágangandi. Hetta er ikki musakkur, men gevur tú tær stundir, so verður tú væl løntur.

Fyrra fløgan hevði fleiri løg enn hendan, sum fangaðu beinanvegin. Løgini, sum fara at vinna flest hjørtu á Krákuni eru óivað Hjarta mítt, sum er sera einfalt og vakurt. Tað nærmasta vit koma einum hitti. Rósufarið verður óivað eisini spælt á útvarpsstøðum, og á hesum løgum kemur styrkin hjá Eivør rættiliga fram. Einfaldi bygnaðurin í løgunum, ið minna okkum á Hanus Johansen, gevur henni rásarúm at leggja allar kenslur í.

Á konsertini var lagið Brostnar borgir, sum Eivør skrivaði tann 11. september, tann sterkasta upplivingin. Ta løtuna var Eivør sum fuglurin Fønix, ið reis aftur úr øskuni og gjørdist vónin, sum fekk heimin at síggja, at tað altíð eru glottar. Við sínum serki, líktist hon einari tølandi nonnu við rockgittara, ið bæði fyrigav, revsaði og elskaði alt í senn.

Óneyðugt er enn einaferð at leggja dent á ótrúliga sangkunnleikan hjá Eivør. Hon er bara. Vit bíða longu spent eftir næsta leiki.