KR vil hava Rógva

Sambært Morgunblaðnum vísti HB í síðstu viku tilboði frá íslendsku meistarunum upp á landsliðsspælaran frá sær, men HB formaðurin og Rógvi Jacobsen siga seg einki kenna til hesa søguna

ÍSLAND

Íslendska meistaraliðið, KR úr Reykjavík, vil hava Rógva Jacobsen úr HB og til Íslands at spæla fótbólt. Tað veit Morgunblaðið at siga, og størsta íslendska blaðið hevur meiri í posanum. Teir siga, at KR í síðstu viku sendi tilboð til HB upp á Rógva, sum er sáttmálabundin hetta kappingarárið, men sambært Morgunblaðið segði HB neit takk.
Sjáldan rýkur av ongum brandi, plagar at vera tikið til. Men bæði HB og Rógvi Jacobsen avsanna staðiliga, at nakað er í íslendsku tíðindunum.
? Tá ið teir vóru her og spældu í Atlantic Cup, vóru vit saman við leiðsluni í felagnum. Tá var einki nevnt um keyp og sølu av nøkrum spælara, og síðani hava vit ikki verið í sambandi við KR, sigur Birgir Enghamar, formaður í HB.
Tað kemur púra óvart á Rógva Jacobsen, tá ið hann hoyrir søguna um íslendska áhugan fyri honum.
Eg havi so einki hoyrt. Hvørki frá HB ella KR.
Hugsar tú um yrkisfótbólt í útlandinum?
? Als ikki. Ein mánað eftir kappingarlok síðsta heyst vóru Jákup á Borg og eg
í Herfølge og royndarvandu. Tað var stuttligt at uppliva. Vit vandu nakrar fáar ferðir og spældu á eykaliðnum móti FCK. Vit vóru sjálvandi ikki í toppvenjing, men tað gekk hampuligt, og teir vóru positivir, men vit hoyrdu einki aftur, og eg tók tað bara sum eina spennandi uppliving.
Men hvat hevði tú sagt, um íslendsku meistararnir løgdu eitt gott tilboð á borðið?
? Tað hevði valdast um tilboðið. Um tað hevði verið av einum sovornum slagi, at tað ikki hevði borið til at sagt nei til tað, so hevði eg umhugsað tað. Men, sum sagt, so hugsi eg einki um fótbólt í útlandinum. Nú ræður um at halda fram í HB við tí, sum vit vístu leygardagin, sigur Rógvi Jacobsen, sum stendur í timburlæru hjá Høgna Mikkelsen og verður liðugur í september í ár.
Hvat heldur tú um íslendskan fótbólt?
? Eg havi spælt á landsliðnum ímóti teimum, og vit í HB hava spælt tvær ferðir ímóti KR. Føroysku spælararnir, sum eru har yviri, hava sagt tað sama, sum eg havi upplivað. Tað er, at teir eru kropssterkir, og at fótbóltsspælið ikki er á hægri støði enn okkara. Eg haldi, at íslendskur fótbóltur hevði passað væl til mín, sigur Rógvi Jacobsen, sum er 25 ára gamalur.

Skoraði báðu ferðirnar
Sambært Morgunblaðnum var tað, tá ið Føroyar og Ísland í fjør spældu tvær ferðir í EM undankappingini, at teir í KR serliga løgdu Rógva Jacobsen til merkis. Rógvi skoraði báðu ferðirnar, og í báðum førunum var tað við høvdinum, at hann fekk bóltin í málið.
Rógvi er hávaksin og kraftmikil 25 ára gamalur miðjumaður, sum hevur spælt umleið 30 landsdystir, og hann er lyklaleikari á HB liðnum, sum vann á KR í kappingini um Atlantic bikarið. Tað var eftir tann dystin, at KR gav HB tilboð, veit Morgunblaðið at siga.
Íslendingarnir hava lisið uppá, men landsdystartalið er ikki heilt rætt. Ímóti Hollandi 1. juni fer Rógvi at spæla fyri 25. ferð á landsliðnum.
Birgir Enghamar undirstrikar, at í HB hava teir ongantíð forðað spælarum at sleppa at royna seg uttanlands.
? Jákup á Borg er nýggjasta dømið um hetta. Tað hevði verið gott hjá okkum at havt hann á liðnum, men vit hava góðtikið, at hann er í OB og roynir seg. Vit gleða okkum at fáa hann aftur um mánaðarskiftið. Sáttmálin við OB er liðugur 29. mai. Vit høvdu vónað, at hann fór at spæla við okkum 2. hvítusunnudag, sum er 31. mai, men nú er tað umfarið lagt til hvítusunnuaftan, sum er 29. mai, tí landsliðið skal av landinum. Tað mugu vit eisini taka við. Men vit hava ongan fyrispurning fingið frá KR upp á Rógva Jacobsen, undirstrikar HB formaðurin.