Instagram: Sosiali miðilin við myndum í miðdeplinum. Myndir, sum aloftast vísa tað vakra og filtreraða, sum veitir skumpið í afturpartin til at stremba meir eftir tí fullkomna. Tað veri seg tí fullkomna kroppinum, heiminum, familjuni, sosialu samveruni, upplivingum, ella øðrum, sum øll í veruleikanum vita er pallsett og als ikki veruligt - men sum kortini onkursvegna hevur so stóra ávirkan á okkum menniskju. Við øllum rákum koma tó mótrák, og soleiðis er eisini á Instagram, har fleiri bloggarar við sínum boðskapi vilja vísa okkum aftur á veruleikan. Ein teirra er Malan Ludvig.
Á bloggi hennara »malunarverd« síggja vit ein ófiltreraðan gerandisdag við øllum tí, sum fylgir við.
##med2##
– Eg var troytt av at síggja hitt. Eg var so troytt av tí, at tað plágaði meg sálarliga. Eg fekk ein niðurtúr, og tað ljósareyða á sosialu miðlunum gjørdi tað ikki lættari hjá mær at koma meg, sigur 38 ára gamla havnardaman.
Niðurtúrurin kom fyri jól í fjør. Malan Ludvig hevði ein fullan gerandisdag við fýra børnum, fulltíðarstarvi og undirvísing.
– Eg legði nógv fyri dagin, tað var hektiskt, og krøvini frá mær sjálvari og umheiminum vóru stór.Tað kendist, sum sat ein stórur fílur á bringuni hjá mær. Eg fekk ikki luft, sigur Malan Ludvig, sum síðani fór til til kommunulækna og fekk staðfest, at kroppsliga bilti henni einki.
– Eg hevði ov nógv um oyrini, og tí mátti eg sjúkrameldast. Men eg eri skyldurøkjandi, og tað var torført at viðganga, at eg ikki orkaði meir. Eg vildi eisini vera kekkað og vera hon, sum megnar fýra børn og arbeiði og alt møguligt annað, sum at eta vistfrøðiligt og grønt, sigur hon um tíðina, tá alt varð ovmikið júst fyri jól í fjør.
– Tað vil eg enn, men á ein annan hátt, tí eg veit, at eg kann ikki alt í senn, leggur Malan Ludvig síðani aftrat.
– Tað er lætt at taka krøvini útifrá og gera tey til eins egnu. Tað kendist sum gav eg skarvin yvir, tá eg krasjaði. Men í veruleikanum er tað í lagi av og á at ganga í náttklæðum ein heilan dag, sigur hon.
Les longri samrøðu við Malan Ludvig um Instagram vanga hennara malunarverd í Vikuskiftis Sosialinum, sum kann keypast í sølubúðum kring landið og talgildur her