Vágur
Hóast tosaið oftast snýr seg um kreppu, tá Vágur verður umrøddur, so eru tó eisini tekin um, at arbeiðspláss verða skapt.
Herfyri hevur Faroe Cold Stores gjørt avtalu við russiskt felag, soleiðis at skipini hjá hesum koma til Vágs at landa og umskipa. Og vónin er, at hetta bara er byrjanin.
- Málið hjá okkum hevur alla tíðina verið, at hetta skal virka sum ein depil fyri umskipan. Vit hava eina góða frystigoymslu og djúphavn er eisini gjørd, so fortreytirnar skuldu verið til staðar, sigur Johan Dahl, stjóri í Faroe Cold Stores.
Hann hevur ígjøgnum nógv ár havt eitt tætt samstarv við Árna Dam um russisk skip undir Føroyum, umframt at hann eisini í aðrar mátar hevur havt við hesi at gera. Samlaða veiðan hjá russiskum skipum í føroyskum sjógvi liggur um eini 170.000 tons um árið, so lítið er at ivast í, at nøgdirnar eru til staðar.
- Vit hava tó ein stóran trupulleika. ES-krøvini um veterinærgjøld og Bip-gjald gera, at tað næstan er ógjørligt hjá okkum at kappast við ES-marknaðin annars. Tey hava sjálvandi somu reglur at halda seg til, men veruleikin er, at tey fara lættari um hesi, samstundis sum hava ein yvir-sensitivan myndugleika í Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, staðfestir hann. Tað ger so, at skip kanska heldur sigla til Hollands sjálvi, ella tey liggja á redini ? fáar hundrað metrar úr landi ? og umskipa. Tað skapar so eingi føroysk arbeiðspláss, staðfestir hann.
Hann leggur tó afturat, at tað er kanska ein vón fyri framman.
- Avtalan, sum vit nú hava gjørt, inniber eisini, at reiðskapur verður lagdur upp í Vági, og á tann hátt koma vit at virka sum eitt slag av basa hjá skipunum. Hartil royna vit saman við Vinnumálaráðnum at finna onkra loysn, so umstøðurnar sum heild gerast betri. Mín vón er í øllum førum, at vit saman við teimum í Klaksvik, Fuglafirði og Kollafirði kunnu fáa eina loysn, sum gevur okkum veruliga møguleikar at virka sum transit-havnir, staðfestir Johan Dahl.
- Tað kann jú geva heilt fitt av pengum til bæði borgarar og kommunur. Arbeiðspláss verða skapt, havnargjøld skulu krevjast inn, og so verður talan sjálvandi eisini um avleitt virksemi, um alt hetta fæst í rættlag.
Eisini til skipasmiðuna
Og tað verður ikki bara frystivirkið, sum fær nakað av arbeiði í næstum.
Johan er eisini umboðsmaður hjá einum enskum felag, og í næstum kemur eitt supply-skip hjá hesm til Vág. Her skal manning skiftast, og hartil hevur skipið ein leka, sum skal tettast, og hetta arbeiðið skal so gerast í Vági.
- Eitt annað skip kemur so eisini um einar tvær vikur, men hetta er ov stórt til bendinga í Vági, so tað arbeiðið skal gerast á Skála, sigur Johan Dahl at enda.