Krabbameinsfelagið skipar fyri sokallaðum listterapi fyri fólki, sum hava ella hava havt krabbamein. Felagið skrivar soleiðis um skeiðið:
- Fólk halda seg ofta skula vera "kunstnarisk" fyri at kunna luttaka, men tað kann vera ein fyrimunur IKKI at vera vanur at úttrykkja seg kreativt. Dentur verður lagdur á, at tú skal føla teg so tryggan sum gjørligt, og at umstøðurnar eru fjálgar og hugnaligar, skrivar Krabbameinsfelagið.
Á skeiðnum kann mann í trúnaði úttrykkja seg um sína støðu - bæði við orðum, tekning, máling og skriving. Mann verður vegleidd/ur soleiðis, at tað verður so lætt sum gjørligt at koma í gongd við tann kreativa partin av innihaldinum. Viðkomandi undirvísing og ymsar venjingar eru eisini partur av skeiðnum.
Bólkurin byrjar í januar og kemur saman 10 ferðir, einaferð um vikuna, einar 3 til 4 tímar hvørja ferð. Skeiðsleiðari er Fía Lamhauge, life coach og listterapeutur. Krabbameinsfelagið sigur, at áhugað kunnu seta seg í samband við felagið.