Slóbrótandi elektro-bólkurin Kraftwerk verður í kvøld, 2. apríl, at hoyra í Rokkstovuni. Ralf, Florian, Karl und Wolfgang itu teir. Í 70´unum gjørdu teir slóðbrótandi royndir við synthesizarum og sjálvbygdum elektroniskum ljóðførum.
Teir góvu nakrar plátur út, ið slóðaðu fyri bróðurpartinum av tí, sum vit í dag kenna sum elektroniskar tónleikasjangrur. Teir slóðaðu tó ikki bara fyri elektroniskum popp tónleiki men vístu eisini á, hvussu týskur tónleikur kundi ljóða í síðsta kvartali av 20. øld - í eini tíð har týsk listafólk noyddust at ?uppfinna? nýggjar hættir at síggja og fata seg sjálvi og sína samtíð.
Góða gongdin byrjaði við ?Authobahn? plátuni frá 1974 og helt sær til ?Computer World? frá 1982. Hetta tíðarskeiðið lótu Kraftwerk fimm plátur úr hendi, ið eru á sera høgum støði. Hesar fimm pláturnar eru eisini allar eyðkendar av, at tær hava hvør sítt greiða tema, ið hugleitt verður yvir í tónleiki, instrumentering, ljóði, teksti (tá hann er har) og ikki minst í myndlistini á húsunum.
Limirnir í bólkinum gjørdist solospælarar á heimspallinum innan elektroniskan tónleik, og tað gekk eitt áratíggju, áðrenn restin av heiminum innheintaði teir.
Rokkstovan fer í kvøld at varpa ljós á Kraftwerk, ið enn eru virknir. Vit hoyra nógv til tíðarskeiðið 74-82, men vit fara sanniliga eisini at hoyra, hvat Kraftwerk hava gjørt seinni og framvegis gera. Tí teir eru framvegis virknir, og so seint sum í 2004 vóru teir á heimskonsertferð.