Kranjcar ávarar Ongland

Tað enska landsliðið skal ikki vænta sær ein lættan dyst móti Kroatia, ávarar Niko Kranjcar

Tað kroatiska liðið hevur tryggjað sær luttøku í EM-endaspælinum í Schweiz og Eysturríki, og kunnu tessvegna taka sær av løttum mikukvøldið í dystinum móti Onglandi. Men tað hava kroatar ongar ætlanir um at gera, um ein skal trúgva orðunum hjá Portsmouth leikaranum Niko Kranjcar.

- Vit hava eina ábyrgd, at royna at vinna dystin. Ísrael hava víst, hvat ítróttur snýr seg um, tá teir vunnu ein dyst, har teimum ikki noyddist at vinna, og góvu alt hvat teir áttu móti Russlandi, sigur Kranjcar sambært BBC-5-Live.

Ongland klárar seg við eittans stigi, men kroatar ynskja ikki at kapitulera og lata standa til, sigur landsliðsvenjarin, Slaven Bilic.

- Eitt stig á Wembley er altíð eitt megnar úrslit, men vit kunnu ikki fara at spæla eftir einum javnleiki. Vit fara at gera alt í okkara makt fyri at umboða land okkara á ein fyrimyndarligan hátt, tryggjar landsliðsvenjarin.