Í Tinghúsinum arbeiða fólk við skerdum førleika við at umvæla gomul ting og at selja tey í handlinum. Tað er Alv, sum stendur fyri hesum.
Nú kunnu fólk, sum lata rusk inn til Brennistøðina, velja at seta tað, sum er ov gott at brenna, í eina serliga bingju, sum tey í Tinghúsinum tøma eina ferð um vikuna. Hevði onki Tinghús verið, høvdu tingini farið upp í royk á Brennistøðini.
Tankin aftanfyri Tinghúsið er sera positivur: Vit verja umhvørvið við at endurnýta ting og fólk, sum annars høvdu verið uttanfyri arbeiðsmarknaðin, fáa arbeiði og í hesum krepputíðum er heldur ikki so gali at fáa okkurt nýtt til heimið fyri ein lítlan penga.
Tingini, vit funnu, kostaðu millum 5-30 krónur.
--
Gomlu træstólarnir verða sum nýggir aftur, um tú málar teir við háglans oljumáling og betrekkir teir við penum voksdúki, sum er lættur at halda reint.
Nostalgic! Vektin hjá ommu og trendy 50’ara koppar.
Eitt reytt ellisakfar
Ein góðan kaffimunn
Hesar høvdu rigga gott í køkinum, um tær fingu nøkur løg av hvítari máling .. ella kanska í gentukamarinum?
Upplatingartíðir í Tinghúsinum á Hjalla
Mánadag, týsdag og mikudag millum klokkan 10 og 16
--
Plásstrot kveikir kreativar loysnir
Pottar og pannur hanga væl á einum amboðsveggi, sum tú málar í einum lekrum liti
--
Tóma klædnaskápið er gandað um til eitt fínt lítið arbeiðspláss. Legg fyri við at mála veggin, og fá síðani timburdeildina at saga tær nakrar hillar eftir máti úr træi ella laminat. Set hillarnar og borðplátuna upp við nøkrm listum, sum tú skrúvar upp á veggin. Set eisini eina borðplátu upp á sama hátt, men við eitt sindur breiðari listum undir. Ofta fæst ein rest av køksborðplátu fyri lítlan penga.
--
Visti tú: Skrúvimaskinan er Guds gáva til kvinnuna!
--
Fiksur reólveggur
Hevur tú eina gamla kommodu, kanst tú taka skuffurnar úr og stápla tær upp móti vegginum sum eina fittliga reól..