- Amerikansk samráðingarfólk eru á veg ti Russlands at viðgera vápnahvíldaruppskot í Ukraina.
Tað sigur Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, í morgun.
Talsmaðurin vil hvørki vátta ella avsanna, um Russland hevur sett nøkur krøv fyri samrøðurnar við USA.
Dmitrij Peskov sigur, at tað eru nógvir "falskir" upplýsingar úti í miðlunum í løtuni.
Í morgun visti Reuters at siga, at Russland hevur givið USA ein lista yvir "generell" krøv til friðarsamráðingar.
Sambært Kreml-talsmanninum er USA komið við nøkrum upplýsingum um ætlaðu samráðingarnar um vápnahvíld millum Russland og Ukraina.
- Ráðgevar hjá Trump og Putin snakkaðu saman í telefon í gjár, visti Dmitrij Peskov at siga á sínum dagliga tíðindafundi í Moskva í morgun.
Hetta veit Reuters eisini at siga í morgun.