Kreml: - Putin opin fyri samráðingum

Joe Biden segði í gjár, at hann er til reiðar at tosa við russiska forsetan, um hann hevur áhuga fyri at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

- Vladimir Putin er opin fyri samráðingum við allar partar fyri at tryggja málinum og áhugamálunum hjá Russlandi.

 

Tað sigur ein talsmaður hjá Kreml fyrrapartin í dag, og tað er norska Dagbladet, sum endurgevur.

 

Í Kreml vísa tey á, at tað er trupult at finna grundarlag fyri samrøðunum, tí USA viðurkennir ikki, at tær fýra innlimaðu regiónirnar í Ukraina eru russiskar.

 

Tað var í september í ár, at Russland innlimaði regiónirnar, Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizjzja í russiska ríkið.

 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, segði í gjár, at hann ikki hevur nakrar ætlanir um at seta seg í samband við Vladimir Putin.

 

Men, forsetin legði aftrat, at hann er til reiðar at tosa við russiska forsetan, um hann hevur áhuga fyri at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.

 

##med2##

 

 

 

Á hesum kortinum sæst týðiliga, hvørjar regiónirnar eru, sum Russland hevur innlimað.