Kreml vil ikki ynskja Magyar tillukku

Péter Magyar segði eftir valsigurin sunnudagin, at hann fer at knýta sterk bond millum Ungarn, ES og Nato

- Kreml vil ikki ynskja Péter Magyar tillukku við valsigrinum í Ungarn.

 

Tað veit russiska tíðindastovan, Ria Novosti, at siga, og tíðindastovan endurgevur Kreml.

 

Sambært Kreml fara tey ikki at ynskja vinnaranum av forsetavalinum tillukku, tí Ungarn er eitt "óvinaligt" land, sum tey málbera seg.

 

Undir forsætisráðharranum, sum nú tapti valið í Ungarn, Viktor Orban, hevur Ungarn verið hitt mest russiskt vinaliga landið í ES.

 

Tað var kappingarneytin hjá Viktor Orban, Péter Magyar og flokkur hansara, Tisza, sum vunnu valið í Ungarn sunnudagin.

 

Péter Magyar segði eftir valsigurin, at hann fer at knýta sterk bond millum Ungarn, ES og Nato.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Vladimir Putin og Viktor Orban, sum tapti forsætisráðharravalið í Ungarn sunnudagin