- Tað slepst ikki undan eini upprudding í Eik. Men Eik fer ikki at leggja samfelagið lami, sama hvat kreppan í bankanum endar við.
Tað eru tveir búskaparfrøðingar, vit hava tosa við, samdir um.
Búskaparfrøðingarnir, Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen, siga báðir, at felagið, Finsansiel Stabilitet tryggjar, at støðan í Eik endar ikki við einum stórum skrædli.
- Hetta verður ikki 1992 umaftur, staðfestir Jóannes Jacobsen.
Teir staðfesta báðir, at í 1992 var tað ein samfelagslig kreppa, sum dróg bankarnar niður við sær.
Men í dag hava vit eitt sterkt samfelag.
- Harafturat hava vit Finansiel Stabilitet sum nettup eru skipað fyri at tryggja, at skaðin verður avmarkaður, tá ið ein banki gevur skarvin yvir, soleiðis sum Eik nú hevur gjørt.
- Sostatt kann Eik, fyri so vítt, ikki fara á heysin!
Órógva sum minst
Stóri skelkurin, tá ið ein banki fer á húsagang, er, at øll lán verða kravd inn aftur í einum.
Men Finansiel Stabilitet tryggjar, at tað fer ikki at henda í Eik, tí endamálið við teirri skipanini, er nettupp, at vanliga viðskiftafólkið skal órógvast sum minst, tá ið ein banki kemur í óføri.
Tað hava vit sæð nógv dømi um við donskum bankum, sum eru komnir í fíggjarligt óføri.
Hvørki Jóannes Jacobsen ella Hermann Oskarsson vilja siga nakað um, antin teir halda, at føroyski skattgjaldarin skal seta pening í EIK.
Tað er ein spurningur, sum samgongan viðgerð í løtuni, men teir siga, at teir vita ikki nóg nógv um støðuna í Eik til at teir kunnu siga nakað um tað.
Eik heldur fram
Men teir eru báðir samdir um, at virksemið hjá Eik fer at halda fram, antin so ella so.
Eydnast tað ikki Eik at reisa pengarnar og setir landsstýrið onki í bankan, verður tað Finansiel Stabilitet, sum tekur yvir.
Ein annar búskaparfrøðingur, sum vil vera ónevndur, sigur, at skorið út í papp, eru tveir kostir í at velja.
- Onnur loysnin er, at Eik verður bjargaður við pengum úr landskassanum og so verður tað føroyski skattgjaldarin, sum fær rokningina.
- Hin loysnin er, at Eik verður bjargaður ígjøgnum Finansiel Stabilitet og so verður tað alt tað danska bankakervið, sum fær rokningina.
Men semja er eisini um, at undir øllum umstøðum verður Eik seldur aftur, kanska í smærri bitum.
- Bankin verður seldur aftur og um stutta tíð er støðan aftur greið, leggur hann afturat.
Men hvørjir keypararnir vera, ber ikki til at siga nakað um
Upprudding
Men teir eru allir tríggir samdir um, at sama hvør loysnin á Eik-kreppuni verður, fara broytingar at enda.
- Tað slepst ikki undan eini upprudding í lánunum hjá Eik, tí tað er nettupp vánalig lán, sum eru høvuðsorsøkin til kreppuna.
- Tann, sum fer at seta pening í Eik fer at krevja, at øll lán verða eftirkannað og tá kann tað sjálvandi henda, at nøkur viðskiftafólk sita eftir við svartiperi og verða kravd eftir at betala lánið aftur.
- Men tað fer ikki at leggja samfelagið lamið, soleiðis sum summi stúra fyri, leggja teir afturat.
Hinvegin sigur ein búskaparfrøðingur, at verður tað Finansiel Stabilitet, sum bjargar Eik, verður tað sjálvandi ikki føroyingar, sum fær ávirkan á, hvørjir lántakarar sita eftir við Svartaperi og ikki fáa síni lán longd.
- Tá verður tað Finansiel Stabilitet, ella tann, sum aftur keypir virksemið frá teimum, sum gera av, um Fiskavirking er nóg burðardygg til at fáa lánini longd ella um tað verður koyrt á heysin - fyri at nevna eitt dømi.
Hinvegin kann so leggjast afturat, at ongin fer at fáa áhugað í at koyra viðskiftafólk, sum klára sínar skyldur, á heysin.
Hinvegin verður eisini staðfest, at verður tað Finansiel Stabilitet, sum tekur yvir, verða partabrøvini í Eik skrivað niður í null og verða sostatt onki verd.