Kreppan í Suðuroy

Pól S. Jensen,Tvøroyri

Rávørugrundarlagið er tað fyrsta tú tryggjar tær, áðrenn tú byrjar nakra vinnu, tað verið seg flakavinnu, saltfiskavinnu ella o.a.
Á Tvøroyri hevur bert verið arbeitt 1 dag síðani 18. des. og tað var í síðstu viku. Trolarar og línubátar avreiða ongantíð í heimbygdini, teir hava funið sær eina aðra heimbygd og tað er Scrabster.
Arbeiðarafeløgini á Tvøroyri eiga stóran partapening í Suðringi og Phønix. Men sum omanfyri nevnt er heimstaður teirra Scrabster. Hvør er so orsøkin? Hertil er so at spyrja, er tað skipari, manning ella reiðarin sum avgera hvar landast skal?
Hví hoyrist onki frá hesum feløgum, er tað tí tey halla seg at politikarum og vóna at teir aftur kunnu fara at nýta sama stuðul sum tann frá 80 árunum. Eg sum eri limur í einum av hesum feløgum, harmist almikið hesa mannagongd, at okkara rávørugrundarlag verður landað í Scrabster, tá hevði tað verið betur at báðir trolararnir vóru seldir til P. M. í Havn, hann eigur eisini sín góða part í einum av teimum.
Higartil er tað bert Bærentsen teknik sum hevur fingið nakað burturúr, sjálvt um fyritøkan ikki eigur eina krónu í partapeningi, men hertil er at siga, at beiggi formannin í BT teknikk er stjóri í Tvøroyra handverkarafelag. Sum mannagongdin hevur verið hesi seinastu árini, so hevði tað verið skilabest at selt bæði Suðring og Phønix norðureftir, so vit sluppu frá at verið hildin fyri gjøldur.
Meinhard Jacobsen eigur rós uppiborið, fyri at hann royndi at fáa flakavirkið í Hvalba og Palm í Vági at koyra aftur, men at royndin miseydnaðist, kann man ikki lasta hann fyri.
Til Hendrik Old sum hevur leika so nógv í hesa seinastu tíðina, skal eg bert siga, tað er lítið mansligt sum suðringur at rópa á ein norðing og biðja hann um ráð og hjálp, men ivalest hevur tú búð so longi norðanfjørðs at tú kennur teg sum norðing.
Kristin Vestergaard, nevnir brot úr sangi hjá Pól F., fávitskan lýsur o.s.v., men Pól F. sigur eisini í einum øðrum sangi hjá sær og sum eg haldi minnir ikki so sørt um KV. Um hann úr rossaspor? ei stíga kann, vil hann tó reystmenni vera.
Vágbingar hava selt næstan øll av sínum fiskiloyvm út av fjørðinum, so tað kundi verið ein byrjan hjá tí nýggja stjóranum í Suðuroya Sparikassa at keypt tey aftur, tí uttan fiskiloyvi fært tú ikki fiska og fær tú ikki fiska, ja so er einki rávørugrundarlag.