Um ein mánað tekur Barrack Obama við sum amerikanskur forseti, og vælvitandi keldur siga nú, at hann tá fer at koma við einum risastórum kreppupakka, sum skal fáa ferð aftur á amerikanska búskapin.
Í morgun kom fram, at kanska vera 850 milliardir dollarar ella 4,5 billiónir krónur í pakkanum hjá Obama. Tað hevur ljóðað, at hansara búskaparráðgevar høvdu upprunaliga mælt til at koyra 600 milliardir dollarar í pakkan, men at teir seinni hava skotið upp at fara heilt upp í 850 milliardir dollarar. Vælvitandi keldur siga, at ráðgevarnir hava longu givið Kongressini ábendingar um, hvussu nógv verður í pakkanum.
Búskaparfrøðingar siga, at skattalættin, sum Bush-stjórnin kom við í vár, er einki aftur ímóti pakkanum hjá Obama, sum kann samanberast við tiltøkini, sum táverandi stjórnin setti í verk í kreppuárunum í 1930-unum.
Samferðslukervið
Ætlanin hjá Obama er at brúka ein stóran part av kreppupakkanum til at útbyggja og nútímansgera tað amerikanska samferðslukervið. Ætlanin umfatar millum annað nýggjar vegir og nýggjar jarnbreytir.
Harumframt ætlar hann at brúka nógvar pengar til at umbyggja almennar bygningar, so teir skulu brúka minni orku enn nú. Nógvir skúlar skulu umbyggjast og nútímansgerast, og eisini her verður miðað eftir at skerja orkunýtsluna.
Politiskir viðmerkjarar í Washington siga, at saman við kreppupakkanum kemur eitt uppskot um skattalætta, tí Obama veit, at tað kann vera trupult at fáa Kongressina at samtykkja ein kreppupakka uttan at egna við onkrum so sum einum skattalætta. Her verður helst talan um at lækka skattin á lág- og meðalinntøkum, uttan at tey múgvandi skulu gjalda meiri skatt.
Umframt kreppupakkan og skattalætta fer Obama væntandi at biðja Kongressina um eykajáttan til verkætlanir, sum skulu hjálpa teimum, sum koma í neyð orsakað av arbeiðsloysi.
Ársins navn
Tíðarritið Time velur á hvørjum ári ársins navn, og í morgun bleiv kunngjørt, at valið í ár er fallið á Barrack Obama.
Time vísir á, at fyri tveimum árum síðani hevði helmingurin av amerikanska fólkinum ongantíð hoyrt navn hansara, men at í dag taka flestu amerikanarar tað sum eina sjálvfylgju, at ein mynd av honum er á forsíðuni í bløðunum.