Nú kann tað henda, at Tórshavnar Býráð fer at krevja, at tey bygdafólk, sum arbeiða í Havnini, eisini skulu betala skatt í Havn.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann kallar tað, sum fer fram íløtuni, fyri ágang ímóti Havnini og tað ætlar hann ikki skal standa ósvarað.
- Heldur hesin ágangurin ímóti Havnini fram, mugu vit í Tórshavnar Býráð umhugsa, hvørji móttrekk vit kunnu hava.
Serliga misnøgdur er hann um ætlanina um at seta eina kommunala útjavningarskipan í verk, har tað líkasum liggur í kortunum, at tað er Havnin, sum skal betala til aðrar kommunur í landinum.
Tað er landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum hevur reist spurningin um eina kommunala útjavningarskipan og hesum tekur Føroya Kommunufelag fult undir við.
Føroya Kommunufelag umboðar 27 kommunur, sum fevna um 1/3 av fólkatalinum
Men borgarstjórin í høvuðsstaðnum vil ikki hoyra talan um eina kommunala útjavningarskipan.
Hann heldur fer ikki at góðtaka, at Havnin nú skal mjólkast og sostatt revsast fyri at hava ført ein ábyrgdarfullan fíggjarpolitikk, sum hevur ført við sær, at øll skuld er goldin.
Hann heldur eisini, at bygdirnar runt um í Havnini njóta eisini gott av Havnini.
Í hesum sambandi vísir hann á øll bygdafólkini, sum arbeiða í Havn.
- Veruleikin er, at bygdarfólk fáa 1/3 av øllum lønarútgjaldingum í Tórshavnar Kommunu. Sostatt er veruleikin eisini tann, at 1/3 av øllum skattakrónum av lønum, sum eru forvunnar í Havn, enda í kommunukassunum á bygd.
Hann sigur, at hesum hava tey í Tórshavnar Kommunu als onki havt ímóti.
- Vit hava hildið, at tað er bara positivt, at bygdafólk koma til Havnar at arbeiða.
Hann vísir eisini á, at tað er ikki ókeypis fyri Tórshavnar Kommunu at nógv bygdafólk koma til Havnar at arbeiða hvønn dag. Eitt nú slítir tað vegirnar illa og tað eru útreiðslur, sum Tórshavnar Kommuna ber einsamøll.
Men verður tað nú kravt, at vit eisini skulu betala í ein kommunalan útjavningargrunn, taki eg hetta sum ágang ímóti okkum.
- Og so kann tað koma hartil, at vit mugu umhugsa at krevja, at fólk betala skatt í teimum kommunum, har tey arbeiða.
- Hetta merkir so eisini, at talan kann vera um, at vit fara at krevja, at tey hundraðtals ella túsundtals bygdafólkini, sum hvønn einasta dag koma til Havnar at arbeiða, eisini skulu betala kommunuskatt í Tórshavnar Kommunu, sigur Heðin Mortensen.
Limirnir í Kommunusamskipan Føroya eru Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Fuglafjørður, Vágur, Tvøroyri og Sandur og tær umboða 2/3 av fólkatalinum.