Kreppa er í politisku skipanini í Íslandi í morgun, aftaná at fleiri enn hundrað miðlar um allan heim í gjár avdúkaðu skjøl, ið vístu hvussu 12 stjórnarleiðarar, vinnulívsfólk, politikarar, bankar og onnur kend fólk hava goymt pening í skattaparadísum.
Millum teirra eru fleiri av oddafólkunum í íslendsku stjórnini, harímillum Sigmundur Davið Gunnlaugsson, forsætisráðharri, Bjarni Benediktsson, íslendski fíggjarmálaráðharrin, og Ólöf Nordal, innanríkisráðharri.
Serliga kritikkur verður rættaður móti forsætisráðharranum Sigmund Davið Gunnlaugsson, ið skjøl vísa keypti eitt felag, Wintris, í 2007, ið seinni gjørdist ein av ognarunum undir fíggjarkreppuni.
Stjórnarskipanar- og eftirlitsnevndin hjá Altinginum møtist eisini í dag fyri at viðgera støðuna, ið forsætisráðharrin er komin í.
Felagið varð skrásett á teimum bretsku Jomfrúoyggjunum, og endamálið hjá felagnum var at gera íløgur við arvinum hjá konu forsætisráðharrans. Ein arvur á umleið 63 milliónir krónur.
Fyrstu árini átti parið hvør síni 50 prosent í felagnum, men í 2009 seldi forsætisráðharrin sín part av felagnum til konuna fyri ein dollara.
Fýra ár seinni tók Sigmundur Davið Gunnlaugsson við sum forsætisráðharri í einum tíðarskeiði, tá íslendingar vóru misnøgdir við útlendskar ognarar, ið kravdu pening frá íslendsku bankunum. Nýggju skjølini vísa tó, at felagið hjá konu forsætisráðharrans var ein av hesum ognarunum. Tað er upplýsingar, ið íslendingar higartil hava verið óvitandi um.
Nýggju upplýsingarnir hava eisini loypt øði í íslendingar, og fleiri tíggjutúsundtals fólk hava longu skrivað undir eina áheitan til forsætisráðharrin at leggja frá sær, og væntað verður, at túsundtals íslendingar fara út á gøturnar í dag at mótmæla frammanfyri Altinginum.
Sambært RÚV, so eru allir nevndarfundir, ið vóru á skránni í morgun, avlýstir, men tingið kemur saman klokkan 15 tá ófráboðaðir fyrispurningar eru á skránni.