Vanliga verður ikki tað nógva sagt frá samráðingarpørtunum, tá lønarsamráðingar eru á skránni. Føroya Pedagogfelag ger tó eitt undantak, nú tey í almennum skrivi gera greitt, at tey ikki vilja hava eina samráðingarstøðu, har prosentvís hækkan av lønini er einasta málið.
- Áðrenn vit fóru undir samráðingarnar, gjørdu vit tó greitt, at okkara krøv serliga eru viðvíkjandi lønum - at okkara krøv ikki heilt hóska til samráðingargongdina seinastu árini, har øll hava fingið sama prosentsats. Gongdin seinastu árini hevur bara gjørt okkara støðu, samanborna við aðrar lønarbólkar, verri, tí okkara lønir liggja á einum lægri støði, enn lønirnar hjá teimum bólkunum, vit samanbera okkum við, skrivar Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag í almennum skrivi.
- Innan valið, og undir valinum, gjørdu vit øllum greitt, at vit hildu tað vera neyðugt at gera eina almenna lønartalvu. At tað var neyðugt við einari rættvísari og meira nútíðarhóskandi lønartalvu, har fólk verða lønt við støði í teirri útbúgving og royndum. Tað er tí eyðsæð ein málsetningur hjá okkum nú. Tá er sjálvandi talan um løn og eftirløn.
Philbrow vísir á, at fleiri av flokkunum undan valinum søgdu, at tey vilja arbeiða fyri at tillaga arbeiðs- og lønarviðurskifti hjá námsfrøðingum og hjálparfólkum til nútíðar krøv, og nú vóna bæði hann og Pedagogfelagið annars, at hesi orð síggast aftur við samráðingarborðið.