Fólk standa í bíðirøð fyri at sleppa at koppseta seg í býnum, Montreal.

Krevja koppseting fyri at keypa alkohol og kannabis

Hetta hevur fingið nógv fólk at lata seg koppseta. - Tað er ikki ov seint at taka fyrstu skamtanina nú, sigur heilsumálaráðharrin í Quebek-landslutinum.

 

Fólk standa í bíðirøð fyri at sleppa at koppseta seg í býnum, Montreal.

Talið av teimum, sum nú biðja um koppseting, er nógv vaksið í Quebek-landslutinum í Kanada, síðan myndugleikarnir kunngjørdu, at kravið fyri at sleppa at keypa rúsdrekka á einkarsøluni og kannabis, er, at fólk skulu vera koppsett móti koronu. 

 

Bert tímar eftir, at boðini í síðstu viku vórðu kunngjørd, bóðu fleiri sær tíð til koppseting og talið, sum hevði ligið um 1500 um samdøgrið, vaks nú knappliga upp í 6000, veit ávísin, Montreal Gazette, at siga.

 

- Eg takki øllum, sum hava gjørt av at taka ímóti koronu-koppseting. Tað er ikki ov seint at fáa fyrstu skamtanina nú. Verj teg sjálvan, skrivaði heilsumálaráðharrin í Quebek-landslutinum, Christian Dubé, á Tvittter herfyri.

 

Frá týsdegnum hin 18. januar skulu íbúgvarnir í Quebek nevniiga hava koppingarpass fyri at sleppa at keypa rúsdrekka á einkarsøluni og kannabis á sølustøðum, sum selja kannabis.

 

Hetta kunngjørdi heilsumálaráðharrin í landslutinum seinasta hósdag.

 

Sambært Christian Dubé eru helvtin av teimum, sum liggja á sjúkrahúsi í Quebek við koronu ikki koppsett, tó at tað bert eru 10 prosent av íbúgvunum í landslutinum, sum ikki eru koppsett.

 

Bara mánadagin í hesi vikuni vaks talið av innløgdum við koronu á sjúkrahúsum í Quebek við 118, og samlaða talið av innløgdum við koronu er nú komið upp á 2554, veit sjónvarpsrásin CTV Montreal at siga.

 

Tað er serliga omikron-frábrigdið sum ger, at myndugleikarnir í landslutinum í Kanada nú krevja koppingarpass fyri at sleppa at keypa á einkarsøluni og fyri at sleppa at keypa kannabis.

 

##med2##

 

 

 

Fólk standa í bíðirøð fyri at sleppa at koppseta seg í býnum, Montreal.

Heilsumálaráðharrin í Quebec-landslutinum, Christian Dubé.