Krevja løgtingsnevndir valdar av nýggjum

Andstøðan fær nú meirilutan í tveimum av teimum stóru nevndunum á tingi

Tað eini eitt skifti á tingi, tá Ernst Hansen, tingmaður fyri Verkamannafylkingina doyði. Varðamaður hansara, Luitjen Apol, er í hinum partinum av Verkamannafylkinini, sum fór í tvíningar.


Tískil misti samgongan enn ein tingmann, og hevur nú bara fjúrtan + teir báðar tingmenninar hjá Kristiliga Fólkaflokkinum, sum hava lovað at stuðla samgonguni og uttanflkatingmanninum, Finnboga Arge.


Valbólkarnir í tinginum eru tí tveir. Samgongan (+ teir tríggjar) og andstøðan.


Samgongan hevði 18 tingmenn


Andstøðan hevði 14 tingmenn


Men nú er býtið broytt soleiðis, at Samgongan hevur 17 og andstøðan hevur fimtan. Hetta broytir býtið av tingnevdnum, sum verða valdar eftir tí býti, sum er í tinginum partanna millum.


7 løgtingsnevndir eru, har nakrar hava sjey nevndarlimir. Í einari av hesum nevndum hevur andstøðan formannin, í trivnaðarnevndini. Har eru andstøðuumboðini í meiriluta.


Verða nevndirnar valdar av nýggjum fær andstøðan meirilutan í tveimum av hesum nevndum, og harvið eisini formannin.


Samgongan hevur kortini tann møguleika, at hon kann atkvøða ímóti at velja nevndirnar av nýggjum, men hesum verður ikki roknað við.


Jóannes Eidesgaard úr Javnaðarflokkinum sigur, at samgongan helst kemur í ringt ljós, um hon ger tað. Tí andin í tingskipanini er tann, at nevndirnar skulu umboðast í mun til støddirnar á flokkunum - valbólkunum.