Krevjast 1.102 atkvøður at fáa umboð á ting

Til løgtingsvalið hesaferð hava 39.606 fólk valrætt.

 

Tað merkir, at ein flokkur skal hava 1.201 atkvøðu av 39.606 fyri at fáa umboð valt á ting. Til tað krevst 1/33 partur av atkvøðunum. Vit kunnu tí siga, at sperrumarkið fyri at fáa umboð valt á ting er 3,03 prosent.

Men allir veljarar fara ikki á val. Siga vit, at valluttøkan verður tann sama, sum hon var á løgtingsvalinum 31. august í 2019, tá hon var 91,8 prosent, so fara 36.258 fólk á val.

3,03 prosent av 36.358 er 1.102 atkvøður, sum er tað, sum ein flokkur skal hava fyri at fáa umboð valt á ting á valinum 8. desember, um vit siga, at valluttøkan verður tann sama, sum á seinasta løgtingsvalið.

Sjálvstýri, sum var minsti flokkur seinast, fekk 1.158 atkvøður, sum tá var 3,4 prosent av atkvøðunum. Um Sjálvstýri fær sama atkvøðutal hesaferð, so fær hann umboð valt, tí tá er hann 56 atkvøður oman fyri sperrumarkið.