Beinisvørð
Tað var Jógvan Krosslá, býráðslimur í Vági, sum vegna Vágs kommunu beyð Beinisvørði, manning og eigarum vælkomnum á Vág við skipinum.
Hann segði, at tað er við gleði og stoltleika, at vit ynskja Beinisvørði vælkomnum til landið – og serliga vælkomnum til Vágs, sum hann tók til.
Beinisvørð
- tríggjar ferðir
Býráðslimurin segði, at tað var sluppin, ið Jákup Dahl keypti úr Íslandi í 1913, sum fekk navnið Beinisvørð.
- Skipið varð søkt 26. mars í 1941, einar 60 fjórðingar úr Nólsoynni, og øll manningin varð bjargað í øllum góðum.
Jógvan segði, at eitt annað skip, sum eisini fekk navnið Beinisvørð, var trolarin, sum P/F Garðar við Peturi Dahl, Jacob Dahl og Jákup Dahl, keyptu úr Íslandi í 1946.
- Hetta skip varð selt sum gamalt jarn í 1956.
Býráðslimurin segði, at nú kom so triðja skipið til Vágs – við sama navni, og eisini hesin trolarin er keyptur úr Íslandi, har hann kallaðist Andey.
- Tað er eitt sindur serstakt, at øll trý skipini við sama navni eru komin úr Íslandi, hóast eigararnir her heima eru ymiskir.
Áræði og dirvi
Jógvan Krosslá segði seg fegnast um, at vágbingar eiga fólk, sum við áræði og dirvi vilja leggja rygg til slík skipakeyp.
- Løtur, sum hesar, eru lívgevandi og lyfta upp sinni, og vit eru errin av hesum fólkum, legði hann aftrat.
Hann vísti á, at ikki minst í fiskivinnuni eru upp-og niðurgangstíðir – og júst í løtuni er tungt at reka skip, tí oljuprísirnir eru risahøgir.
- Tit, sum leggja rygg til at keypa skip til Vágs, eiga rós frá okkum mongu sum vita, hvat skip og tey fólk, sum hava havt við skipini at gera, hava havt at týða fyri eitt pláss sum Vág.
Einki av
sær sjálvum
Jógvan vísti á, at mangan hevur spurningurin verður reistur, hvussu tað man bera til, at nakar tímir at fáast við skip, tá slíkar verkætlanir ofta hava trupulleikar og fíggjarligan váða við sær.
- Men eitt er vist, at Vágur hevði ikki verið tað pláss í dag, sum tað er – uttan skip og fólk, sum hava lagt rygg til, og tað eru mong húski, sum hava mist nógv við at gera íløgur, sum kundu gera tað liviligt í bygdini.
Býráðslimurin segði, at slíkt krevur sterk og røsk fólk, sum vilja nakað – og vita, at einki kemur av sær sjálvum.
- Vit vóna øll, at tykkum fer at gangast væl, og at tað fer at eydnast tykkum væl at fáa fisk, segði Jógvan Krosslá.