Jan Múller/Árni Joensen
Sosialurin/Rás2: Áskoðanin hjá Parker Donham minnir ikki sørt um tað, sum vanliga verður sagt um, at ein ítróttarvenjari eigur ikki at broyta eitt lið, sum stendur seg væl. Atlantic Airways klárar seg sera væl samanborið við altjóða flogferðslu yvirhøvur, og tí er tað burturvið at gera broytingar í leiðslu felagsins, sigur hann.
Teir seinastu dagarnar hevur Parker Donham verið á fleiri fundum her í Føroyum í sambandi við aðalfundin hjá Atlantic Airways í morgin. Her er her um umboðsmaður fyri tann størsta útlendska íleggjaran í føroyska flogfelagnum, Adrian Noskweth, og teir eru als ikki nøgdir við ætlanina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum at broyta nevndina, soleiðis at tað almenna fær ræðið á felagnum.
Parker Donham sigur, at tað týdningarmesta er at fáa staðfest, um Atlantic Airways skal vera eitt alment felag ella eitt privat felag. Tað eru fyrimunir við báðum, men tað er ikki nakað, sum teir privatu partaeigararnir skulu gera av, tí ta avgerðina eiga føroyingar og tað føroyska landsstýrið, sigur Parker hann við Vinnurásina hjá Rás2. Hann vísir á, at fyri einum ári síðani var eingin ivi um, at føroyska flogfelagið skuldi einskiljast.
– Tá var full semja í Løgtinginum um at einskilja felagið, og at tað almenna skuldi ikki leggja seg útí, hvussu felagið bleiv stýrt. Út frá hesum gjørdu vit av at seta pengar í felagið, sum vit kendu frammanundan sum eitt sera væl rikið felag. Men nú er tað líkt til, at Johan Dahl hevur eina aðra áskoðan. Eg skal ikki leggja meg útí, hvat hann eigur at gera, men fyri okkum hevur tað týdning, at tey, sum settu pengar í felagið út frá teirri fyritreyt, at felagið bleiv einskilt, fáa eina rættvísa viðferð. So fáa vit ikki eina loysn, sum vit kunnu góðtaka, vilja vit fegnir hava okkara pengar aftur ella okkurt við samsvarandi virði, sigur Parker Donham.
Reglur ikki hildnar
Ráðgevin setir spurnartekin við mannagongdina hjá landsstýrismanninum og vinnumálaráðnum í málinum við Atlantic Airways. Parker Donham sigur, at tá eitt felag verður skrásett á virðisbrævamarknaðinum, eru ávísar reglur, sum skulu haldast. Ein av hesum reglunum sigur, at ætlaðar broytingar í leiðsluviðurskiftuunum skulu fráboðast formliga, og harafturat skal marknaðurin eisini hava boð um, hvør skal veljast í nevndina. Hetta er ikki gjørt, sigur Parker Donham.
Hann skilir væl, at summi seta spurnartekin við, um Atlantic Airways er ein ov týdningarmikil partur av føroyska samferðslukervinum, til at tað kann einskiljast. Sjálvur heldur hann, at tað er ein fyrimunur at einskilja felagið og vísir á royndir í eitt nú Kanada, har hann býr.
– Tað avgerandi fyri okkum er, at lyftið, sum mvit fingu frá landsstýrinum, og sum vit bygdu okkara íløgu á, verður hildið. Okkara krav er bara, at vit fáa eina rættvísa viðferð. Fáa vit ikki tað, mugu vit fáa okkara pengar ella tilsvarandi virði aftur, sigur Parker Donham við Vinnurásina hjá Rás2.