Eftir hvat skilst, so verða nýggju nevndinar valdar næsta mánadag. Hóast tinglimir fyri okkum hava sagt, at teir ikki kunnu upplýsa hvussu teir hava hugsað sær at býta nevndarsessirnir, so er líkt til, at Jákup Olsen, tingmaður fyri KrF, skal vera formaður í uttanlandsnevndini, fyri Helen Dam á Neystabø.
Jákup Olsen er ikki so fegin um at tosa um hetta, áður enn at málið hevur verið viðgjørt í tinginum.
Ikki fyri ES-limaskapi
- Hvønn politkk hevur KrF ført í sambandi við ES. Eru tit fyri ella ímóti ES-limaskapi?
- Tað er einki loyndarmál, at KrF ikki er fyri ES-limaskapi. Vit halda fast við, at ein haldgóð handilsavtala við ES er besta loysn, sigur Jákup Olsen.
Til Haag um
ikki semja fæst
Tingmaðurin fyri KrF hevur verið næstformaður í uttanlandsnevndini, og um undirgrundarspurningin sigur hann, at tað helst skuldi fyriligið eitt úrslit skjótt. Hann heldur, at um føroyingar ikki kunnu fáa semju við bretar, so skal málið leggjast fyri dómstólin í Haag.