Hvar verða jólini hildin í ár?
- Vit verða heima á jólum. Jóladag koma børn, barnabørn og svigarbørn, 24 í tali, til døgurða hjá okkum á Kambsdali, her vit - sum vant jóladag - borðreiða við røstum kjøti og súpan.
Tað sigur Max Cecil Weihe.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Verða vit heima hjá okkum jólaaftan, so eta vit ræstan fisk til døgurða. Verða vit hjá onkrum av børnunum, giti eg, at tað verður stokt dunna ella gás.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Mítt jólaynski er, at kríggini mugu halda uppat, og at friður má valda, bæði í Ukraina og í Miðeystri.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Á jólum gleðist eg um, at Jesus læt seg føða inn í henda heim sum okkara frelsari, sigur Max Cecil Weihe.