Nú er tað bara upp til Tjóðveldi sjálvt, um tey vilja hava borgarstjóran í Vági. Arni Brattaberg, sum er fyrstvaldur á listanum hjá Tjóðveldi, hevur sagt, at hann fegin tekur við avbjóðingini

Arni Brattaberg úr Tjóðveldi borgarstjóri í Vági

Nógv bendir á, at Arni Brattaberg nú er mest sannlíka evnið til borgarstjóra í Vági

Nú er tað bara upp til Tjóðveldi sjálvt, um tey vilja hava borgarstjóran í Vági. Arni Brattaberg, sum er fyrstvaldur á listanum hjá Tjóðveldi, hevur sagt, at hann fegin tekur við avbjóðingini

Klokkan 8 í morgun fekk Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag boð frá Bjarna Johansen um, at hann hevur meldað seg úr Janaðarflokkinum. Hesum hevur Bjarni Johansen eisini boðað frá í tíðindaskrivi í morgun.

 

– Javnaðarflokkurin fór til kommunuval uppá at fáa fólk vald í býráðið. Tað eydnaðist okkum at fáa trý umboð í býráðið. Síðani hava vit tosað um at skipa samgongu, tað hava vit gjørt saman við Sambandsflokkinum, sum hevði tvey umboð. Men tá vit skuldu skriva undir sunnudagin segði Bjarni Johansen, at hann ikki vildi skriva undir.

 

Soleiðis greiðir Jens Petur Brattalíð, virkandi formaður í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag frá.

 

Hann sigur, at tey síðani hava havt fleiri fundir fyri at vita, hvussu tey kunnu koma víðari. Hann sigur, at siðvenja er, at tann sum hevur flestar atkvøður verður borgarstjóri. Men tekur hann ikki av, so verður tað tann næsti. Levi Mørk hevði flestar atkvøður og var sinnaður at taka við sum borgarstjóri. Men Bjarni Johansen vil ikki góðtaka tað. Hann vil sjálvur vera borgarstjóri.

 

– Men nú er støðan ein onnur, nú Bjarni Johansen hevur meldað seg úr flokkinum. Nú hava vit ikki meiriluta saman við Sambandsflokkinum, og tí kunnu vit ikki skipa tað samgonguna, sum vit høvdu avtalað, sigur Jens Petur Brattalíð.

 

– Vit takka Bjarna Johansen fyri tað, sum hann hevur gjørt sum borgarstjóri og sum hann hevur gjørt fyri Javnaðarflokkin, og vit ynskja honum góðan byr, sigur Jóan Petur Brattalíð.

 

Men nú er Javnaðarflokkurin í Vági í aðrari støðu, sigur hann.

 

– Tey bæði umboðini hjá Javnaðarflokkinum, sum eftir eru, Levi Mørk og Rakul Nolsøe í Lágabø, hava tí frítt at samráðast við Tjóðveldi um at skipa samgongu. Tað kann vera ein breið samgonga við Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum, og Sambandsflokkinum, men tað kann eisini vera ein samgonga við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, sigur Jens Petur Brattalíð.

 

Arni Brattaberg, sum er fyrstvaldur á Tjóðveldislistanum, sum er størsti flokkur í Vágs býráð – Tjóðveldi hevði 6 aktvøður fleiri enn Javnaðarflokkurin – hevur sagt við Kringvarpið, at hann er sinnaður at taka við sum borgarstjóri.

 

Tað er eisini greitt, at tað slepst ikki uttan um Tjóðveldi, um býráðssamgonga skal skipast í Vági.

 

Tí er tað nú upp til Tjóðveldi, um flokkurin vil hava borgarstjóran, ella um flokkurin heldur vil hava Bjarna Johansen, sum er valdur á javnaðarlistanum, sum borgarstjóra.

 

Hjá Javnaðarflokkinum er málið ikki longur borgarstjórasessurin. Flokkurin hevði uttan iva góðtikið at fingið varaborgarstjóran – saman við Arna Brattaberg sum borgarstjóra.

 

##med2##

 

 

 

Nú er tað bara upp til Tjóðveldi sjálvt, um tey vilja hava borgarstjóran í Vági. Arni Brattaberg, sum er fyrstvaldur á listanum hjá Tjóðveldi, hevur sagt, at hann fegin tekur við avbjóðingini