Tekstmaskinan
Vígvøllurin er eitt miðaldarríki, herja av zombium, beinagrindum og øðrum ágangandi skabningum, har átta yvirlivandi rasur nú stríðast hvør móti aðrari. Tú velur eina rasu og fert so í kríggj.
So ræður um at uppbyggja sær herdeildir og annars taka býir, ganga saman í ráð, kanna landið og finna lutir, ið kunnu nýtast í krígnum. Málið er fullkomið tamarhald á landinum Etheria. Warlords VIII er eitt vanligt støðuspæl, har tú sendir tínar herdeildir í kríggj, men ongan møguleika hevur at stýra sjálvum stríðnum.
Gandur
Spælið handlar ikki bara um, at hava so nógvar herdeildir sum gjørligt, men tað er eisini týdningarmikið, at herurin hevur ein góðan leiðara, t.v.s. at hann hevur moral og styrki. Og her koma so hetjurnar upp í spælið.
Warlords VIII hevur nevniliga fleiri ymiskar deildir. Vanligu stríðsdeildirnar eru, sum í stórum virka sum tilsvarandi deildir frá spølum sum Red Alert og Warcraft, umframt hetjurnar, sum virka við magi og trølldómi. Har eru vanligu hermenninir, trøllini, prestarnir og tjóvarnir. Tíggju ymiskir flokkar í alt. Hvør hetja mennir síni evnir gjøgnum 10 stig.
Hetjurnar eru týdningarmiklar í spælinum. Hvør herdeild kann knýta at sær hetjur frá fýra flokkum og gjøgnum tær brúka trølldóm móti fíggindanum. Hetjurnar kanna økini og finna bonusstig og trøllauppskriftir, sum tær brúka til eitt nú at styrkja hermoralin við ella at ørkymla fíggindaherin.
Tær vaksa við uppgávunum og eru tí avgerandi fyri, hvussu spælið endar.
Vakurt spæliborð
Warlords VIII er eitt Windows 95 og eitt av fáu spølunum sum síggjast í einum upploysningi upp á 1024X768 punktir, og tað enntá uttan at skula trýsta nøsina móti skíggjanum.
Allar myndir eru animeraðar og bakgrundstónleikurin fellur væl í oyruni. Brúkaraflatan er til at yvirskoða og væl skiljandi. Spælið er í síni heild vakurt og væl gjøgnumført.
Fakta
Warlords kann spælast ein móti telduni, ella átta kunnu spæla hvør móti øðrum um Netið. Men uttan mun til, hvussu ein spælir er neyðugt, at ein kennir til slík spøl, og at einum líkar tað sera væl.
Spælið er nevniliga ikki fyri nýbyrjaðar, til tess er tað alt ov torskilt. Og tað gerst ikki lættari við eini brúksbók ið ikki hevur eitt einasta leitiorð.
Burtursæð frá tí setur spælið ikki tey stóru krøvini og kann koyrast á einum 75 Mhz Pentium við 16 MB ram, minst 256 litir VGA og við 40 MB fríum plássi á harðdiskinum. Skiftst verður um at spæla. Tú flytir, so verður bíða til mótparturin hevur flutt. Skíggin er býttur upp í eitt spæliøki, har stríðst verður um býirnar. Deildirnar verða fluttar við fyrst at velja tær, síðani trýsta á har tær skulu. Tølini siga, hvussu langt tær koma við at flyta einaferð. Tá komið verður til ein bý, ella tá fíggindadeildir verða møttar, byrjar stríðið. Vinnur tú, kanst tú avgera, um tú vilt taka, ræna ella brenna býin í grund. Í rútinum til høgru sæst eitt kort yvir landið, har tú kanst síggja, hvør hevur tikið hvønn bý. Mitt á skíggjanum eru ymiskir upplýsingar og møguleikar í spælinum, og niðast sæst, hvørjar herdeildir tú hevur valt.