Krimidrotningar sita tryggar á trónuni

Óndskapur, deyði og tampax, sum dettur úr taskuni. Hja kvinnuligu krimihøvundunum er onki ov stórt ella ov smátt at skriva um. Liza, Karin, Anna og hinar vinkonurnar hava endurreist krimisjangruna í Norðurlondum.

"Ein miljón fólk kunnu skrivað sum Liza Marklund, men bara ein kann skriva sum Bjørn Ranelid".

Hetta segði svenski høvundin Bjørn Ranelid um starvsfelag sín Lizu Marklund.

Hesin setningur var byrjan uppá eitt skeldarí um kvinniligu krimibøkurnar, ið hava havt stóra framgongd seinastu árini.

Eldri mannligir høvundar fylgdu Bjørn Ranelidsa dømi og kallaðu bøkurnar hjá Camillu Læckberg fyri novellir úr ungdómsblaðnum "Min hest".


At kvinnur skriva lættari, og kanska betri, hevur verið torført hjá royndum mannligum høvundum at svølgja, og at kvinnurnar hava selt nógv fleiri bøkur enn mannligu starvsfelagirnir er eisini komið illa við.

Men spurningurin er, um tað ikki eisini gagnar mannligu høvundunum, at nógvar bøkur verða seldar.

Um áhugin fyri bókunum veksur, gagnar tað bókaforløgnum og mentan, og í síðsta enda dryppar hetta nokk eisini á mannligu høvundarnar.


Drotningin og hennara prinsessur

Liza Marklund er tað navn, sum fyrst verður nevnt, tá ein tosar um norðurlendskar krimibøkur. Óivað er hetta, tí hon var fyrst, í 1998, við bókini um gerandishetjuna Anniku Bengtzon.

Tað, sum merkir nógvar av kvinnuligu krimibókunum, er, at tær blanda gerandisdagin og samband millum fólk við søgum um dráp og politiarbeiði.

Hetta lokkar ein breiðan flokk av lesarum, ið dáma væl at lesa um sambond millum fólk og bleytu virðini.


Arbeiða saman

Camilla Læckberg hevur sagt í einari samrøðu, at størsti munurin, sum hon heldur seg síggja millum kvinnuligar og mannligar krimibøkur er, at hetjan í mannligu bókunum er ein einsamallur, skrappur maður, ið oftani arbeiður sjálvur, meðan hetjan í kvinnuligu bøkrunum arbeiður saman við starvfeløgnum fyri at loysa morðgátuna.

Kvinnuligu rithøvundarnir halda eisini saman, men kappast samstundis eisini um somu lesarar. Allar eru umsettar til fleiri ymisk mál - Liza Marklund til heili 40 mál - og hava selt milliónatals bøkur.

At tær eru ríkar, er onki tær dylja. Camilla Læckberg er opin fyri, at hon skrivar fyri at tjena pening, og tað irriterar nógvar høvundar, ið hava torført at fáa bøkurnar út til almenningin.

- Eg eri stolt, tá eg síggi mítt stóra hús her í Stockholm, og eg hugsi, at hetta havi eg arbeitt fyri við mínum bókum, sigur Læckberg.


Arbeiðslív

Fleiri av krimidrotningunum hava starvast sum blaðkvinnur, áðrenn tær byrjaðu at skriva bøkur. Liza Marklund á svenska blaðnum Expressen, Hanne Vibeke Holst á Berlingske Tidende og Gretelise Holm á fleiri ymiskum bløðum og sum skúlastjóri á Danmarks Journalisthøjskole. Anne Holt var ráðharri og Karin Fossum var yrkjari.

Í samrøðum hava fleiri av teimum sagt, at ein grund til teirra framgongd er, at tær hava nógvar royndir frá arbeiðslívi og lívinum sum heild. Allar eru mammur og eru ella hava verið giftar.

- Tað er ótrúliga torført at skriva krimibøkur. Fyri at skriva eina góða bók má ein hava okkurt at siga, og tað krevur kunnleika og innlit í samfelagið, sigur Liza Marklund.




Liza Marklund

Fødd: 1962

Bústaður: Spania

Familja: Maðurin Mikael Aspeborg og trý børn

Bøkur: En plats i solen, Livstid, Nobels testamente, Det finns en särskild plats i helvetet för kvinnor som inte hjälper varandra, Asyl, Den röda vargen, Prime time, Paradiset, Studio sex, Sprängaren, Gömda


Camilla Læckberg

Fødd: 1974

Bústaður: Stockholm

Familja: Maður og trý børn

Bøkur: Isprinsessan, Predikanten, Stenhuggaren, Olycksfågeln, Tyskungen, Sjöjungfrun, Fyrvaktaren


Åsa Larsson

Fødd: 1966

Bústaður: Mariefred í Svøríki

Familja: Maður og tvey børn

Bøkur: Till dess din vrede upphör, Solstorm, Svart stig, Det blod som spillts


Anne Holt

Fødd: 1958

Bústaður: Oslo og í Frankaríki

Familja: Konan Tine Kjaer og dótturin Iohanne

Bøkur: Blind gudinne, Salige er de som tørster, Demonens død, Løvens gap, Uten ekko, Sannheten bortenfor, 1222, Mea culpa, I hjertet av VM. En fotballreise, Bernhard Pinkertons store oppdrag, Pengemannen, Presidentens valg, Det som aldri skjer, Det som er mitt


Karin Fossum

Fødd: 1954

Familja: Skild, tvey børn

Bústaður: Sylling í Norra

Bøkur: Evas øye, Se deg ikke tilbake, Den som frykter ulven, Djevelen holder lyset, Elskede Poona, Svarte sekunder, Drapet på Harriet Krohn, Den som elsker noe annet, Den onde viljen, I et annet lys, Søylen, De gales hus, Jonas Eckel, Natt til fjerde november, Brudd


Gretelise Holm

Fødd: 1946

Familja: maður, tvær døtrar og trý barnabørn

Bústaður: Keypmannahavn

Bøkur: Paranoia, Ö-morden, Krigsbarn, Ministermordet


Hanne Vibeke Holst

Fødd: 1959

Familja: Maðurin Morten Bruus og trý børn

Bústaður: Keypmannahavn

Bøkur: Dronningeofret, Kongemordet, Da jeg blev vred, Kronprinsessen, Nordjylland i MacWorld - udvikling eller afvikling? Ned til kvinderne – da Per blev til Pia, Min mosters migræne eller Hvordan jeg blev kvinde, En lykkelig kvinde, Det virkelige liv, Thereses tilstand, Hjertets,

Nattens kys, Mor er løbet hjemmefra, Til sommer, Ud af røret, Maja!

Hejsa Majsa!