Sunnumorgunin klokkan fimm fekk brandstøðin fráboðan um ein eldsbruna í Kongagøtu í miðbýnum í Havn.
Nógv fólk var í býnum um hetta mundið, og onkur boðaði frá gjøgnum fartelefon, at eldur var í einum lítlum útbygningi á einum sethúsum.
Sløkkiliðið og løgreglan fóru á staðið, og tamarhald varð fingið á eldinum rættiliga skjótt, tí hann breiddi seg ikki til hin partin av húsunum.
Enn er eingin orsøk til eldin staðfest, og tí skal kriminaldeildin á politistøðini kanna málið nærri. Møguliga er stavar eldurin frá eini oljufýring, men hin møguleikin er, at hann er ásettur.