Kringsýnismyndir í Suðuroy

Vikuskiftið 22. og 23. august var Umhvørvisstovan í Suðri og tók kringsýnismyndir til kortal.fo. Myndir vórðu tiknar í øllum býum og bygdum

Kringsýnismynd úr Porkeri. (Mynd: Umhvørvisstovan)

Kringsýnismyndirnar eru tøkar á Kortalinum, kortal.fo, undir teiginum Kringsýnismyndir í høgra bredda.

 

Umhvørvisstovan skrivar, at endamálið við kringsýnismyndum er at supplera tey fløtu tvey dimensionellu kortini, ið longu liggja á kortal.fo.

Myndirnar eru hentar bæði í arbeiðshøpi og til privat brúk, at geva eitt skrámyndayvirlit av økjum úr erva.

 

Kringsýnismyndir eru gjørdar í flestu pørtum av landinum og verða dagførdar so líðandi.

 

Til ber at síggja allar kringsýnismyndirnar á kortal.fo.

 

##med2##

 

Kringsýnismynd úr Porkeri. (Mynd: Umhvørvisstovan)