Í lógini um kringvarp, frá 16. mai 2006 stendur soleiðis skrivað í § 6, stykkið 2: »Stjórin ger uppskot til stovnsbygnað, sum stýrið staðfestir, tó so at tað til eina og hvørja tíð skulu vera tvær sjálvstøðugar tíðindaeindir«. Spurningurin er so, hvørt Kringvarpið brýtur kringvarpslógina við bert at hava ein tíðindaleiðara, ella um talan bert er um óheppið lógarsmíð, tí sambært teimum, ið samtyktu lógina var ætlanin, at skott skuldi vera ímillum útvarp og sjónvarp.
Tað var ikki andin í lógini
Tá lógin um kringvarp varð samtykt, vóru allir teir stóru politisku flokkarnir samdir um, at greiður skilnaður skuldi vera ímillum útvarp og sjónvarp, og tí varð § 6 skrivað.
- Tá vit samtyktu lógina, hevði eg eitt gott samstarv við mentanarnevndin í løgtinginum, og eg hevði ein greiðan meiriluta aftanfyri meg. Allir stóru flokkarnir vóru við.
- Tá lógin fór oman í tingið stóð bert, at tað skuldu vera tvær eindir, og vit hugsaðu um sjónvarp og útvarp. Í tinginum var lógin broytt soleiðis, at orðið »sjálvstøðugar« kom við. Tað var greið semja um, at deildirnar skuldu vera atskildar, og halda fram á nøkulunda sama hátt sum áður, sigur Jógvan á Lakjuni, ið var landsstýrismaður í mentamálum tá lógin varð samtykt.
Hann leggur afturat, at talan er um ein tulkingarspurning. Tí kann tað vera, at lógin á pappírinum er í samsvar við tað, sum er hent, men, at tað als ikki var ætlanin við lógini, samstundis sum hann leggur dent á, at eftir hansara tykki er talan um eina nokk so kreativa tulking av lógini.
Vóru púra samdir
Torbjørn Jacobsen greiðir frá, at hann sær tað sum ein stóran trupulleika, um tíðindadeildin hjá Kringvarpinum kemur undir ein leiðara.
- Tað var okkara ultimativa krav, fyri at vera við í breiðu semjuni í 2006 um Kringvarpið, at tíðindaredaktiónirnar skuldu vera púra óheftar tí tað eru so fáar redaktiónir í Føroyum. Samstundis síggja eg tað sum ein stóran trupulleika hjá samgonguni, um teir nú loypa frá breiðu semjuni, vit gjørdu um Kringvarpið, sigur Torbjørn Jacobsen, sum sat í mentanarnevndini tá lógin varð samtykt.
Hann metir eisini, at samgongan fær trupulleikar innanífrá um skilið sleppur at halda fram, tí fleiri limir í samgonguni eru hart ímóti, at Kringvarpið bert hevur eina tíðindadeild.
Spælt við opnum kortum
Annika Mittún Jacobsen, kringvarpsstjóri, greiðir frá, at tey alla tíðina hava gjørt vart við sínar ætlanir, at talan verður um fleiri eindir, hóast tað bert er ein tíðindadeild og ein tíðindaleiðari.
- Vit høvdu ein fund við mentamálaráðið 16. mai í ár, har vit greiddu frá ætlanunum hjá okkum. Seinni hava vit so fingið skriv, har vit fingu at vita, at alt var í ordan. Tí dugi eg ikki at síggja trupulleikan í, at vit effektivisera tíðindini hjá okkum. Vit hava heldur ikki dult, at vit ynskja at fáa hasa orðingina um sjálvstøðugar eindir strikaða, fortelur Annika Mittún Jacobsen.
Skilur illa støðuna
Bjørn Kalsø setti í gjár – sum ófráboðaðan fyrispurning til landsstýriskvinnuna – fram spurningin, um tað er rætt, at Kringvarpið skipar seg soleiðis sum tað ger.
- Eg hevði longi hugsað um spurningin, men av tí at onki tingarbeiði hevur verið í longri tíð, bleiv tað ikki fyrr enn í gjár. Tað undrar meg nevniliga, at tað stendur tvær ymiskar eindir, og tað nú bert er ein tíðindaleiðari. Hinvegin vildi eg ikki ákæra nakran, men undraðist bara. Og eg helt tað eisini vera løgi, at hvørki kringvarpið ella nakar annar miðil hevði málið uppi í gjár, sigur Bjørn Kalsø, tingmaður.
Hvør er politiski viljin
Magni Laksáfoss er formaður í mentanarnevndini hjá løgtinginum, og sambært honum er spurningurin mest um politiska viljan.
- Tað er onki at ivast í, hvat løgtingið, sum tá sat ætlaði og tað, sum hendur, er ikki í samsvar við tað. Spurningurin nú er hvør politiski viljin er í dag. Men tað er greitt, at vandi kann vera fyri einum stýrdum tíðindaflutningi. Hinvegin hevur stjórin í Kringvarpinum gjørt tað mest forsvarliga eftir givnu fyritreytunum, tí so verður fær hon betur nýtt resursurnar hjá sær. Løgfrøðingarnir hanga seg í orðini »eind« í mun til orðið »deild« Men veruligi spurningurin er hvør politiski viljin er í dag, og hvat landsstýriskvinnan ger við málið, sigur formaðurin í mentanarnevndini í løgtinginum.
Mugu finna eina loysn
Helena Dam á Neystabø er landsstýriskvinna í mentamálum í dag, og hon er sannførd um, at ein loysn verður funnin
- Eg kallaði inn til fund í gjár, har vit tosaðu um málið. Tað vit nú skulu gera, er at finna fram til, hvør ætlanin við orðingini var, tí løgfrøðiliga er avgerðin tikin. Nú fari eg at spyrja eftir í flokkunum, sum samtyktu lógina, hvat ætlanin var, og hvat mann heldur í dag. Kringvarpið sleppur eisini at koma við sínum, og tey siga seg hava fleiri redaktiónir. Men tað er greitt, at onkur ivamál eru. So vit mugu finna útav um praksis er í samsvarið við lógina, og er tað ikki tað, má annar parturin broytast, men eg havi ikki hug til at gera nakra niðurstøðu nú, sigur Helena Dam á Neystabø
Alt hetta vil við øðrum orðum siga – sum Sosialurin skilur tað – at virksemi hjá Kringvarpinum gongur ímóti andanum í lógini, men at lógin samstundis varð gjørd fyri at skapa eitt effektivari Kringvarp. Tí ber bert til at hyggja at støðuni, og síggja hvørt lóg ella praksis verður broytt. Men so er spurningurin eisini, um tað í heila tikið er neyðugt at broyta lógina, tí Kringvarpið heldur lógina.
Ætlanin var eisini, at fáa nakrar viðmerkingar frá Rúna Heinesen, ið er formaður í stýrinum fyri Kringvarpið, men hann vísti bara til stjóran í Kringvarpinum.