Útvarpið hevur nakrar klassikarar, tá tað kemur til 1. apríl søgur. Tiltikin er søgan um Hvítubjørn í sekstiárunum, sum kom rekandi á Havnina á einum ísflaka – men sum vísti seg at vera skipið Hvítabjørn. Onnur er, tá teir skuldu royndarskjóta kanóninar á Skansanum í 1981. Men klassikarin frá sjeytiárunum var, tá Postverkið varð yvirtikið 1. apríl í 1976, og tað var her, Gunnar Nolsøe varð lumpaður í síðstu viku, tá hann spældi brotið úr tíðindasendingini 1. apríl í 1976:
Har verður greitt frá hátíðarhaldi í gamla Kommunuskúlagarðinum, har løgmaður, landsstýrismenn og tingmenn ganga skrúðgongu í føroyskum klæðum og húðaskóm, meðan Finnbogi Isaksen skuldi standa á Posthústrappuni og skeinkja snaps úr veðrahorni, sum hann fekk í tanngávu frá bóndanum á Trøllanesi.
Men tað sum Gunnar Nolsøe ikki segði var, at hetta var altso aprílsøgan hjá útvarpinum hetta árið.
Í sambandi við yvirtøkuna av Postverkinum hevði veitsla verið kvøldið fyri. Søgur gingu tá um, at arbeiðskonan hjá Atla Dam, løgmanni, í bráðskundi royndi at vakja løgmann, tá hon hoyrdi tíðindi hendan morgunin. Hon helt, at løgmaður hevði forsovið seg. Men løgmaður visti einki um skrúðgongur, føroysk klæði og húðaskógvar...