R2 Net, hevur sum nevnt í Sosialinum fríggjadagin, sett sær sítt egna digitala sjónvarpsnet upp. Tey enda fýra rásir, og tá er lógarkrav, at ein av teimum skal vera Sjónvarp Føroya. Hinar rásirnir eru Iktus, sum sendi beinleiðis frá Fjarðafestivalinum og í framtíðini skal senda kristið tilfar, God Channel og ein rás, ið skal senda blandað føroyskt tilfar, sum helst skal framleiðast av áhugaðum føroyingum, sum vilja gera sjónvarp.
60% av føroyingum hava møguleika at kopla seg á netið hjá R2 Net, men ætlanin er at røkka 75% av landinum innan stutta tíð. Talan er um ókeypis sjónvarp fyri hyggjaran, tí ætlanin er at fíggja virkseminum við lýsingum.
Gekk sum væntað
R2 Net hevur fyrr sent nakrar sendingar, men tað fyrsta veruliga stóra takið var Fjarðafestivalurin. Ætlanin var at senda allan festivalin beinleiðis, og at hava samrøður við bólkarnar, fyriskiparar og onnur á økinum. Hetta var gjørt, hóast smávegis trupulleikar.
- Fríggjadagin høvdu vit eitt sindur av trupulleikum, við at fáa ljóð og mynd at passa saman, og so framvegis, men leygardagin gekk alt væl. Ongin panikkur var nakrantíð og alt sum skuldi koma út kom út, sigur Petur Jacobsen, stjóri í R2 Net.
Til arbeiðis hevði R2 Net 15 fólk. Talan var um sjálvboðið arbeiði, so á tann hátt var ikki nøkur serlig útreiðsla.
- Tað vóru nakrir trupulleikar, og serliga við samsendingini við Rás 1 hjá Televarpinum, tá ljóð- og myndagóðska ikki vóru nakað serliga góð. Men tað sum var á rásini hjá okkum fingu vit út uttan trupulleikar leygar- og sunnudagin, sigur Petur Jacobsen.
Sum heild eru tey á R2 Net heilt væl nøgd, og serliga við umstøðurnar á Fjarðafestivalinum.
- Keldan er eitt dreymastað til okkara framleiðslu, tey hjálptu okkum væl og stutt var at fara ímillum báðar pallarnar. Hetta var ein stór roynd hjá okkum, tí talan var um tveir pallar, har vit mátti skifta ímillum, men av tí tað var so stutt at fara gekk heilt væl. Framleiðsla okkara hevði tó ikki borið til, um talan ikki var um at eitt beinleiðis tiltak, har øll skráin var lagt til rættis frammanundan, greiðir Petur Jacobsen frá.
Ikki ordiliga ein kappingarneyti
- Ætlanin hjá okkum er ikki beinleiðis at kappast við Kringvarpið, vit eru enn ikki nóg stór at kappast við tey, men vit eru sera væl nøgd við tað vit kundu bjóða av Fjarðafestivalinum, og eg ivist stórliga um Kringvarpið hevði verið ført fyri tí sama. Vit ætla ikki at senda allan dagin í framtíðini, men ætla í hvussu so er at senda nakrar tímar um dagin, sigur Petur Jacobsen.
Sum nevnt í Sosialinum fríggjadagin, er ætlanin hjá R2 Net at hava eina rás, har fólk við áhuga í at gera sjónvarp, hava møguleika at bjóða teimum tilfar, sum R2 Net síðani sendir á best hóskandi rásini.
Hugtikin kringvarpsstjóri
- Eg visti ikki av, at R2 Net fór at senda, men eg eri hugtikin av, at tey megna at senda so nógv tilfar, tí eg veit hvussu tungt og torført tað er at senda sjónvarp. Eg havi ikki sæð tilfarið hjá R2 Net, men ætli at síggja endursendingina, sigur Annika Mittún Jacobsen, Kringvarpsstjóri.
Hon leggur afturat, at hon er spent at síggja góðskuna, men at tað altíð er gott at síggja føroyskt tilfar.
- Eg síggi tey ikki sum ein kappingarneyta hjá okkum, tí tað má vera áhugavert fyri føroyingar at fáa meira føroyskt tilfar. Eisini rokni eg við, at tey hava nógv sjálvboðið arbeiðið, og tí koyrir alt eitt sindur lættari hjá teimum. Vit hava eisini havt tílíkan pionerond í Kringvarpinum, men vit mugu minnast til, at fólk eisini skulu liva, greiðir kringvarpsstjórin frá.
R2 Net ætlar eisini at senda tilfar frá fólkið, sum hava tað sum frítíðarstarv, og sigur Annika Jacobsen, at hetta eisini er nakað tey gera.
- Serliga í samband við 3-2 og Speki, er talan um fólk úti frá, sum gera tað mesta av arbeiðinum. Góðskan verður onkuntíð minni góð, men tað er eitt val vit hava gjørt, sigur Annika Jacobsen.
Á netinum hjá R2 Net sæst Sjónvarp Føroya eisini, tí tað er lógarkrav, men tað hevur kringvarpsstjórin onga viðmerking til.