Fult umfar verður í Effodeildini mikudagin. Dystirnir eru hesir :
Klaksvík klokkan 16.30 = KÍ - TB
Vágur klokkan 17.30 = FC Suðuroy - B68
Norðragøta klokkan 17.30 = Víkingur - ÍF
Runavík klokkan 18.00 = NSÍ - HB
Tórshavn klokkan 18.00 = B36 - EB/Streymur
Kringvarpið fer at siga frá dystinum millum B36 og oddaliðið EB/Streym. Frásøgnin byrjar umleið klokkan 18.20, tá tíðindasendingin hjá Kringvarpinum er liðug.
Rás2 fer at siga frá dystinum millum KÍ og TB, sum byrjar longu klokkan 16.30.