Frágreiðing frá kringvarpsstýrinum
Skal stovnurin fremja hesar hópuppsagnir, er vert at leggja sær í geyma, at fasti starvsfólkahópurin í 2005, tá avgerð varð tikin um at leggja Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya saman, var 115 ársverk. Harafturat var tá ein stórur hópur av fríyrkisfólkum knýttur serliga at útvarpinum.
Sostatt er stovnurin tódnaður væl niður um eina helvt. Tað er eyðsæð, at tílíkur niðurskurður hevur ógvusligar avleiðingar fyri stovnin, og at tað væl og virðiliga fer at merkjast í sendiflatuni. Somuleiðis kunnu vit vænta, at nøgdsemi hjá brúkarunum minkar munandi, tí væl minni fæst fyri sama kringvarpsgjald.
Kann nakað gerast við støðuna?
Sjálvandi ber til at gera nakað við støðuna. Kringvarpið hevur framt nøkur munagóð her og nú tiltøk á útreiðslusíðuni og hevur sett arbeiðið í gongd á inntøkusíðuni.
Inntøkur
So skjótt tað gjørdist leiðsluni greitt, at inntøkurnar frá lýsingum, kunngerðum og eydnuspølum vórðu lækkaðar munandi í ár, vórðu tiltøk sett í verk. Inntøkan frá spølunum í vár varð upprunaliga mett at verða 5,4 milliónir krónur, men seinasta metingin vísir, at henda inntøka verður 3,1 millión krónur ella 45 prosent lægri.
Kringvarpið endurskoðar spølini. Tað tekur tíð, men fyribils verður roynt at fáa fleiri inntøkur við eykavinningum. Um tað eydnast at útvega stovninum fleiri inntøkur frá eydnuspølum er óvist. Vit skulu hava í huga, at føroysku eydnuspølini eru í harðari kapping við útlendsk spøl, har tey sum spæla, ómakaleyst kunnu vinna nógvar milliónir krónur.
Inntøkan frá handilslýsingum og inntøkan frá kunngerðum er eisini støðugt lækkað seinni árini við minkandi keypiorku. Eisini her verður orka nýtt í eini roynd at útvega Kringvarpinum fleiri og støðugari lýsingainntøkur.
Grundleggjandi er lýsingamarknaður í eini broytingartíð. Meira verður lýst á heimasíðum og á teimum sosialu miðlunum. Kringvarpinum er ikki loyvt at hava handilslýsingar á heimasíðuni, og tað er ein meinbogi í hesi broytingartíð, nú fyritøkur í alt størri mun flyta sínar lýsingar yvir á netmiðlin.
Fyri fýra-fimm árum síðani stavaði ein triðingur av inntøkunum hjá Kringvarpinum frá kunngerðum, handilslýsingum og eydnuspølum. Í dag er henda inntøkan minkað niður í eina sættapart. Arbeiðið at økja hesa inntøkuna kann eydnast, men kortini er stór óvissa um hesa inntøku.
Inntøkan frá eydnuspølum og lýsingum verður tí neyvan ein trygg inntøka, sum ein public service stovnur kann dúva sín grundrakstur á. Kringvarp Føroya hevur tørv á at vita, hvat inntøkugrundarlagið verður í ávíst áramál, so virksmeið kann leggjast til rættis við atliti at public service sáttmálanum.
Útreiðslur
Tá tað í heyst varð greitt, at inntøkurnar sviku, fingu allar deildir boð um at koma við uppskotum um sparingar. Allar deildir hava spart. Tað er m. a. gjørt við at taka sendingar av skrá og ikki senda boð eftir fríyrkisfólkum, tá forfall er. Avtalur við starvsfólk í tíðaravmarkaðum starvi eru ikki longdar og nøkur teirra eru longu givin ella gevast, tá setanarskeiðið er runnið.
Ætlaðar íløgur eru útsettar ella strikaðar, og alt keyp, sum ikki er bráneyðugt, er steðgað. Harafturat er ferðing og bilkoyring avmarkað, eins og eingi starvsfólk arbeiða yvir.
Frammanundan eru fleiri langtíðarsparingar gjørdar. Eitt nú er oljunýtslan lækkað munandi við at endurvinna hita frá ambatarum. Elnýtslan er lækkað, og øll tól verða sløkt, tá tey ikki verða brúkt. Somuleiðis eru telefonútreiðslurnar lækkaðar við nýggjum avtalum og øðrum avmarkingum.
Umframt at tað er av alstórum týdningi, at inntøkurnar hjá KvF fáast í eina fasta legu, er tað somuleiðis týdningarmikið, at úreiðslurnar fyrst og fremst verða brúktar til at framleiða føroyskt miðlatilfar. Tí mugu loysnir finnast, sum minka mest møguliga um aðrar útreiðslur.
Langtíðarloysnir
Í álitinum »Betri miðlar – álit um føroyskar miðlar« verður sagt, at Kringvarp Føroyar tørvar politiska viðgerð, og at avgerð má takast um, hvat vit vilja við Kringvarpi Føroya.
Politiska viðgerðin er bráðneyðugt nú. Tær mongu milliónirnar, sum Kringvarpið í samanleggingini arvaði frá Útvarpi Føroya, eru nú brúktar.
Skal Kringvarpið verða ført fyri at liva upp til ásetingarnar í public service sáttmálanum, og samstundis liva upp til ynski og krøv, bæði til góðsku og nøgd hjá brúkarunum í 21. øld, er neyðugt at útvega Kringvarpinum eitt meira støðugt fíggjarligt grundarlag at virka á.
Nógv hevur verið kjakast, og nógvar loysnir eru nevndar millum ár og dag. Stýrið fyri Kringvarp Føroya tekur undir við og grundgevur soleiðis fyri, at Mentamálaráðið raðfestir eina ella fleiri av hesum loysnum:
MVG-frítøka
Tá politiski myndugleikin metir, at bløð og bøkur hava so mikið stóran týdning fyri fólkaræðisligu menningina, at hesir miðlar eiga at verða frítikinir fyri MVG, so eigur tað sama at vera galdandi fyri almenna loftmiðlin, Kringvarp Føroya. Afturfyri kundu lýsingainntøkurnar farið í landskassan. Her ber aftur til at kaga í álitið »Betri miðlar«, har mælt verður til, at inntøkurnar frá lýsingum fara í ein miðlagrunn, ið skal stuðla føroysku miðlunum.
Broytt kringvarpsgjald
Verandi skipan, við einum kringvarpsgjaldi fyri hvørt húski, hevur tænt fyri seg. Upphæddin er so mikið stór í dag, at trupult er at leggja meira omaná. Harafturat er tað óheppið, at krinvarpsgjaldið verður kravt hálvárliga, tí tað kann tykjast møtimikið hjá fleiri at rinda hesa upphædd.
Eitt fast, men lægri gjald fyri hvørt fólk hevði givið eitt breiðari grundarlag og harvið ein lægri eindarprís. Um lógarásett ber eisini til, at skipanin hevur eitt sosialt element, so at t. d. pensjónistar og lesandi bert rinda hávlt gjald. Eitt mánaðargjald heldur enn hálvársgjald, vit kenna í dag, hevði helst kenst lættari hjá teimum flestu.
Gjaldið kundi, eins og heilsutrygdargjaldið, við lóg verið kravt inn saman við skattinum. Tað hevði lækkað um innkrevjingarkostnaðir, ið núverandi skipan hevur við sær – kostnaðir, ið eru betri brúktir til at framleiða tilfar. Møguleikin at skáka sær undan at gjalda verður eisini minni við broyttari innkrevjingarskipan
Ynskiligt er, at eitt nýtt kringvarpsgjald verður prístalsviðgjørt.
KvF og MMR gera avrikssáttmála við ella uttan serliga játtan
Fær MMR lógarheimld at gera avrikssáttmála við KvF, er ikki neyðugt, at raksturin javnvigar á hvørjum ári, men bert sáttmálaskeiðinum. Til ber at samantvinna játtan og public service, soleiðis at innihaldið í sáttmálanum útloysir tilsvarandi játtan á fíggjarlógini eitt ávíst áramál. Her má havast í huga, at fer samlaða játtanin niður um eitt vist, kann hetta elva til, at servitan á stovninum, bygd upp ígjøgnum nógv ár, kann fara fyri skeyti.
Vert er eisini at nevna aðrar loysnir, eitt nú hølisviðurskiftini hjá Kringvarpinum. Her eigur at finnast ein endalig loysn, so alt virksemi hjá Krinvarpinum verður savnað í Sortudíki. Tað gevur nógvar fyrimunir, t. d. lægri útreiðslur og skynsamari rakstur yvirhøvur á nærum øllum økjum. Uppskot til út- og umbygging í Sortudíki er latið MMR.
Sannlíkt hall í 2012
Seinasta fíggjarliga metingin hjá Kringvarpi Føroya vísir, at hallið í ár verður 3,7 milliónir krónur. Kringvarpið eigur 3.046.000 krónur at standa ímóti halli. Hetta merkir, at 700.000 krónur kunnu koma at resta í.
Við verandi gongd er tí neyðugt, at Mentamálaráðið heitir á løgtingið um eina eykajáttan at standa í móti sannlíkum halli.