Kringvarpið hevur fyri tíð síðan sett eitt nýtt starv á stovn. Talan er um ein lýsingarsamskipara á Miðladeildini. Hesin er settur fyri kortum, og skal sambært kringvarpsstjóranum, Anniku Mittún Jacobsen, betra um lýsingartænastuna hjá Kringvarpinum, tí fyritøkur hava sum heild verið eitt sindur missnøgdar við tænastuna.
- Vit hava til dømis stongt fyri kunngerðunum klokkan fýra seinnapartar, og tað hava nógv verið kedd um. Samstundis vilja vit eisini vera við til at menna lýsingarstøðið í Føroyum. Ætlanin hjá okkum er ikki at útkonkurera privatu aktørarnar, men heldur at veita eina betri tænastu, sigur Annika Mittún Jacobsen. Hon leggur afturat, at lýsingarøkið ikki er, har tey rokna við at spinna gull, og at tey ikki fara at hava dubbing prísir á økinum.
Hetta kann sýnast undarligt, tá tey fyri kortum hava sett eitt starv, ið bert skal taka sær av lýsingunum.
- Við fíggjarligu útlitunum sum eru, rokna vit ikki við at fáa nakra serliga meirinntøku, men heldur at royna at halda okkum á støðinum, sum vit í løtuni eru á. Tað er so ikki ætlanin, at vit skulu tjena minni pening við lýsingunum, sigur Annika Mittún Jacobsen.
Í fíggjarætlanini hjá Kringvarpinum fyri 2009 stendur, at Kringvarpið skal vinna 10,9 milliónir krónur, í mun til ætlaðu 12,4 milliónir krónurnar í ár.
- Grundin til, at vit hava minkað um lýsingarinntøkurnar fyri 2009, er tí, at lýsinagarinntøkurnar hava verið nógv minni í ár, enn vit roknaðu við, tí fíggjarliga gongdin í samfelagnum er vorðin verri seinastu tíðina, sigur Annika Mittún Jacobsen. Hon roknar eisini við, at fyritøkur fara at spara meira á lýsingarøkinum komandi tíðina.
Uppskot um forboð
Tá kringvarpslógin varð broytt í 2006, kom mentanarnevndin við einum álitið, har nógvar avmarkingar vóru settar á lýsingarvirksemi hjá Kringvarpinum. Grundgevingin fyri hesum, var, at Kringvarpið skuldi verða fíggjarliga óheft av fyritøkum, fyri at kunna halda fast við sítt óheftni sum public service stovnur. Hetta heldur kringvarpsstjórin vera skeivt.
- Eg haldi at forboð sum heild eru skeiv. Mann skal eisini minnast til, at tá Kringvarpið vinnur pening, so er tað alt Føroya fólk, ið fær ágóðan av tí, við betri public service frá okkara síðu, metir Annika Mittún Jacobsen, sum leggur dent á, at onki enn er, ið forbjóðar Kringvarpinum at gera meira burturúr lýsingarpartinum.
Hesum er Jonhard Hammer ikki samdur í, tí hann metir at kappingarráðið hevur eina greiða støðu kring kringvarpið og lýsingar.
- Tað var eisini júst hetta, sum Kappingarráðið vísti á, tá galdandi Kringvarpslóg var til viðgerðar í 2006. Og tað var eisini júst hetta, sum førdi til greiðu politisku semjuna, um at lýsingarinntøkur Kringvarpsins skuldu niðurlagast, skrivar stjórin á Rás2 í lesarabrævi í vikuskiftis Sosialinum.
Ójøvn kapping
Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, er sera ónøgdur við, at Kringvarpið nú hevur sett fólk, at fáa meiri pening inn í lýsingum. Í lesarabrævinum í vikuskiftis Sosialinum greiðir Jonhard Hammer somuleiðis frá, at hann ikki hevur nakað ímóti kapping, men at hann er sera argur inn á ymisku fyritreytirnar hjá miðlunum báðum.
- Vit vilja fegin hava kapping á lýsingarmarknaðinum, Men vit vilja ikki hava eina kapping, har ein av aktørunum hevur tryggjað sær 62 milliónir krónur í kappingarstuðli frá skattaborgarunum, áðrenn kappingin yvirhøvur byrjar. Við slíkum fyrimuni eru sannlíkindini fyri, at nakar privatur miðil skal hóra undan kappingini ógvuliga nær null, skrivar Jonhard Hammer. Hann leggur í brævinum afturat, at aðrastaðni er tað ikki vanligt, at almenna Kringvarpið bæði hevur ein lýsingarpart og eitt kringvarpsgjald. Ella, at um hetta er tilfeldi, so fáa hinir miðlarnir eisini ein part av kringvarpsgjaldinum.