Kringvarpið niðurbrýtir lýsingamarknaðin

Petur Slyne, partaeigari í felagnum Miðlar, sigur, at príslækkingin hjá Kringvarpinum fer at skaða alla lýsingavinnuna.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Petur Slyne

 

Hósdagin 26. februar kostaði ein 30 sekunds útvarpslýsing 1.400 krónur - og fríggjadagin fall prísurin heilt niður á 280 krónur.

 

Talan er um ógvusligu lækkingina á lýsingaprísunum í almenna Kringvarpinum, nú tey hava sett í verk eina 'pakka skipan'.

 

Í oddagrein í dagsins Sosiali, finst Eirikur Lindenskov - blaðstjóri og nevndarformaður í P/F Miðlafelagnum - harðliga at ójøvnu kappingini, sum ein almennur stovnur hevur lagt seg í við privatu aktørarnar á lýsingamarknaðinum.  

 

Petur Slyne, partaeigari í felagnum Miðlar, sum varðar av KissFM, VoxPop umframt Rás2, sigur at tey hava ikki ráð at lækka sínar lýsingarprísir