- Um kringvarpsstjórin ikki klárar at gera nakrar Dag & Viku sendingar, 3-2 og gudstænastur fyri 61 milliónir krónur, so eigur hon at fara úr starvinum, sigur stjórin á Rás2. Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, heldur lítið um, at Kringvarpið nú vil hava meira pengar inn í kringvarpsgjaldi.
- Um kringvarpsstjórin ikki klárar at gera nakrar Dag & Viku sendingar, 3-2 og gudstænastur fyri 61 milliónir krónur, so eigur hon at fara úr starvinum, sigur Jonhard Hammer í tíðargrein í Sosialinum í dag.
Kringvarpið hevur gjørt greitt, at fær tað ikki fimm milliónir afturat í inntøkum, so er vandi fyri, at sendingar sum Dagur & Vika og 3-2 mugu skerjast munandi ella niðurleggjast.
- Kringvarpið hevur meira enn 60 milliónir krónur at arbeiða við, og tað er nóg mikið. Fólk hava ikki brúk fyri at fáa eina eykarokning frá Kringvarpinum nú, sigur Jonhard Hammer.
---
Sig tína meining. Hvat heldur tú? Skal kringsvarpsgjaldið hækka? ATKVØÐ HER!