Kris Kristofferson til Føroya

Ein av kendastu countrysangarum og sangskrivarum í heiminum, amerikumaðurin Kris Kristofferson, vitjar í Føroyum mánaðarskiftið august-september. Á ferð síni, har hann hevur ein part av familju síni við, fer hann at halda eina einstaka úrvalskonsert, sum verður í Norðurlandahúsinum.

 

Kris Kristofferson fyllir 80 ár 22. juli í ár, og spælir framvegis konsertir kring heimin. Fyri tíðina er hann antin einsamallur á pallinum, ella hevur dóttir sína við, sum spælir banjo og syngur saman við pápa sínum. Á konsertini í Føroyum verður dóttirin og maður hennara við á pallinum á nøkrum løgum.

 

Kris Kristofferson hevur vitjað í Føroyum eina ferð áður. Tað var í 2007, tá hann hevði eina konsert í høllini á Hálsi í Havn. Hesaferð verður konsertin í Norðurlandahúsinum, og bert í sjálvum salinum – opið verður ikki aftur í Klingruna. So tað verða bert pláss fyri eini 380 fólkum, ið kunnu líða á løg sum »Me and Bobby McGee«, »For the Good Times«, »Sunday Mornin' Comin' Down«, »Help Me Make It Through the Night«, »Why me Lord« og nógv onnur.

 

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum 1. september kl. 19:30.