KRIS skipar fyri tiltøkum í Suðuroynni um kynsligan ágang

Kynslig misnýtsla stóð á breddanum, tá fundur fyri ymsar fakbólkar var í Trongisvági í gjárkvøldið, og áhoyrararnir fingu frásøgnir frá persónum, ið hava verið fyri misnýtslu. Allir fakbólkar, ið hava við børn at gera í gerandisliga arbeiðsdegnum, vóru bodnir á fund hóskvøldið. Lærarar, pedagogar, heilsusjúkrasystrar, umframt at kommunuumboð eisini vóru boðin við, og so at siga øll høvdu tikið av innbjóðingini.

KRIS, felagsskapurin, sum upplýsir um kynsligan ágang, skipaði fyri og 3 fólk greiddu frá, hvussu tey høvdu upplivað hetta at verða misnýtt kynsliga.Bára Joensen, Rósalind Joensen og Arnbjørn Fagraklett søgdu frá ræðuligu søgunum um, tá abbi, pápi ella maður í bygdini gjørdu seg inn á tey. Áhoyrarar fingu av sonnum sinnisvekjandi ræðusøgur úr føroyska gerandisdegnum.

Ása Sevdal, lærari og ráðgevi, segði frá, hvussu misnýtarar hugsa og minti á, at teir finnast allastaðni.

Tiltakið verður endurtikið leygardagin í Vági og tá verður tað í VB Húsinum klokkan 14.00. Ágangur.com, KRIS, FSF, VB/Sumba og løgregla skipa fyri og taka lut. Arnbjørn Fagraklett greiðir frá sínum barnaárum, og á fundinum í Trongisvági boðaði hann frá, at leygardagin fer hann í smálutum at greiða frá tí, ið honum var fyri, tá maður í bygdini misnýtti hann.Tiltakið leygardagin í VB Húsinum er alment.