Krista og Ragnvaldur norðurlendskir meistarar

Føroysku svimjararnir stóðu seg væl í kappingunum um norðurlandameistaraheitið í svimjing fyri tey, ið bera brek.

 

Norðurlandameistarakapping í svimjing fyri tey, ið bera brek, var í Bergen farna vikuskifti og føroysku svimjararnir Ragnvaldur Jensen og Krista Mørkøre stóðu seg stak væl.

 

Ragnvaldur Jensen gjørdist norðurlendskur meistari í 50 og 100 metra bringusvimjing, meðan Krista Mørkøre gjørdist norðurlendskur meistari í 50 metra bringusvimjing. Harumframt gjørdist Krista Mørkøre nummar tvey í 400 m frí og 100 m bringusvimjing og nummar trý í 50 m frí og 100 m frí. Hon gjørdist eisini nummar fimm í 50 m firvald. Hon fekk sostatt heiðursmerki í fimm av teimum seks kappingunum, hon hevur luttikið í, umframt at hon setti persónligt met í trimum av teimum.

 

Ragnvaldur Jensen vann sær eitt silvurheiðursmerki, í 50 m frí, afturat báðum gullheiðursmerkjunum og fekk sostatt heiðursmerki í trimum av teimum fýra kappingunum, hann luttók í. Hann gjørdist nummar fýra í 100 m frí.

 

ÍSB skrivar á sínum Facebookvanga, at hini norðurlondini vóru væl umboðað í kappingini, og har vóru svimjarar úr Noregi, Danmark, Svøríki, Finlandi, Estlandi, Íslandi og Føroyum.

- Tað er hugaligt at síggja at Føroyingar klára at verða við ímillum tey Norðurlensku londini og vinna heiðursmerki. Fyri framman eru stórar avbjóðingar, sum tey bæði venja fram ímóti, og eru vit spent til at fylgja við hvussu tað ferð at ganga, skrivar ÍSB.