13. partur
Tað er so hugaligt at skriva, tá ið ein merkir, at tað er áhugi fyri tí millum lesararnar.
Tað fáast eisini javnan váttanir um, at henda søgan hjá fyrrverandi løgmanni Kristian Djurhuus er væl umtókt og verður nógv lisin.
Tað er ikki minni hugaligt at fáa okkurt íkast til hesar frásagnir. Var um dagarnar uppringdur av Tummas á Oyrareingjum, sum hevði fingið fortalt frásagnir um illveðrið í 1917, sum Kristian greiddi frá í seinasta parti. Hetta snúði seg um abban úr Funningi, sum doyði á ferð millum bygdir saman við abbabørnum. Tummas hevur fingið fortalt, at hesi høvdu gjørt sum fólkini í Vágum, at tey høvdu lagt seg í eina torvkrógv. Tá ið tey vóru funnin, var bert tann, sum lá í miðjuni á lívi, meðan hini vóru deyð.
Eisini greiddi Tummas frá einum drongi úr Streymnesi, sum var á háskúla í Havn. Hann var farin ta tá longu leiðina heim í býin á telefonstøðina at ringja til pápa sín. Tað var fínasta veður. Pápi bað hann skunda sær til hús, tí har norðuri var ódn. Tað gjørdi hann eisini og náddi júst út á háskúlan, áðrenn tað brast á.
Kristian: Øll skuldu gera sín part av arbeiðinum
Hugburðurin, tá ið eg ungur var tann, at so skjótt børnini vóru nóg stór, skuldu tey gera sín part av arbeiðinum. Tíðirnar vóru fátæksligar, og tí máttu øll gera sítt. Tað var jú vanærandi at hava skuld. So máttu vit heldur spenna reimina og spara.
Vit í Ólastovu vóru lutfalsliga væl fyri. Pápi hevði góðar gávur. Men hann var so beskeðin og hevði nærmast hug til at seta sítt ljós undir eina skeppu. Pápi fortaldi mær eina ferð, at hann veruliga hevði hug til at fara at lesa, men foreldrini hildu, at hetta var at stíla alt ov høgt.
Men abbi vildi heldur ikki hava pápa at gerast sjómaður. Tá var tað at gerast timburmaður tað frægasta. Pápi var við til at byggja fyrsta vitan í Føroyum, tann á Borðuni. Arkitekturin, sum stóð fyri arbeiðinum, gjørdist rættiliga hugtikin av pápa og eggjaði honum at fara niður at lesa. Men hetta gjørdist so av ongum. Seinni angraði pápi tað.
Pápi tók sær væl av okkum dreingjum. Serliga var tað sunnudagar, tá vit eisini plagdu at fara útferðir saman við mammu. Vanliga fóru vit yvir á Boðanes, har vit eisini plagdu at svimja á sjónum.
Pápi gekk eisini í kirkju og hevði okkum við. Var ikki farið í kirkju bleiv lisin lestur heima.
Mamma og pápi fóru viðhvørt til altars. Tá gjørdi eg døgurðan, og var tað vanliga fiskafrikadellir.
Mær dámdi væl at gera døgurða, men at vera húsligur var ein skomm fyri ein drong. Tí stongdi eg hurðina, so eingin óviðkomandi skuldi koma inn og halda meg vera ein kventil!
Vitapassari á Skansanum
Pápi varð annars í 1910 útnevndur at vera fýrpassari á Skansanum. Hetta var eitt arbeiði, pápi kundi passa umframt sítt dagliga yrki. Vitin skuldi tendrast, tá ið sólin fór niður og sløkkjast, tá ið hon kom upp. Frá 20. mai til 20. juli var vitin sløktur.
Lanternan skuldi hvønn dag pussast og avstøvast. Tað tók um ein hálvan tíma. Vitin brendi blágass. Tað kom í stórum fløskum frá gasstøðini í Korsør. Tað skuldu eisini haldast neyvur roknskapur yvir nýtslu av gassi og øðrum.
Eisini skuldu gerast veðurmátingar. Hetta plagdi at vera arbeiði hjá mær. Vit skuldu eisini øll læra at tendra og sløkkja vitan og at skifta gassfløskur, um pápi skuldi fingið forfall.
Hetta kundi eisini sleppa pápa undan at fara tíðliga upp á morgni at sløkkja vitan. Margretha og synirnir hjá okkum komu eisini at læra hetta.
Postmeistarin Danielsen hevði vist ein fingur við í spælinum, tá ið pápi, sum jú var svágur hansara, fekk hetta arbeiðið við vitan. Tí føldi hann eisini ábyrgd fyri, at alt gekk rætt fyri seg.
Eg minnist eitt kvøld fyrsta árið, pápi var fýrmeistari. Eitt kvøldið um 11 tíðina kom Danielsen saman við soni sínum, Johan, og bankaði á hurðina. Pápi vaknaði sjálvandi.
Danielsen helt, at okkurt mátti vera galið við vitanum, tí tað tyktist honum, at vitin lýsti eisini, tá ið hann skuldi vera myrkur millum blinkini. Pápi fór við teimum yvir til vitan, men tað vísti seg alt at vera í lagi. Pápi var rættiliga illur um at vera órógvaður, hann svav ikki ov væl. Men mamma royndi at verja svágin og segði, at pápi skuldi heldur verið takksamur fyri, at Danielsen hevði áhuga fyri hansara arbeiði. Men lítið batti, og pápi sovnaði ikki hesa náttina.
Um Dia í Ólastovu
Tá ið pápi Kristian doyði í 1949 skrivaði Georg L. Samuelsen hesi minningarorð í Dimmalætting:
Atter er en af de Mænd, hvis Ansigter i udpræget Grad repræsenterede det gamle, det ægte Thorshavn, gaaet bort.
Tømrer H.A. Djurhuus, Dia í Ólastovu, har baaret sin Alder godt. Man var forbauset, da man for ganske kort Tid siden erfarede, at han havde passeret de 80 Aar, saa rank og ung han færdedes iblandt os, aandsfrisk og munter i daglig Omgang.
Tidligt i Livet mødte der H.A. Djurhuus svære Tilskikkelser, som kom til at præge ham. Men skønt man vidste, hvad han havde gaaet igennem og vidste, at det havde sat uudslettelige Præg paa ham, hørte han ikke til dem, der “aabnede” sig og plagede andre med sine inderste Tanker.
Ganske tværtimod kendte de allerfleste ham som Manden med det lyse Smil og den muntre Replik, hvad enten man mødte ham i de tidlige Morgentimer, da han hastede ud til sit arbejde i Marken eller om Aftenen, naar han var pa Vej hjem.
H.A. Djurhuus var en højtbegavet Mand og levende interesseret i alle Forhold, saavel specielt færøske, som forholdene ude i Verden. Han var en Mand af stor Viden, og naar han talte, formede han sine Ord enkle og klare, som kun den vise kan gøre det.
En overgang var H.A. Djurhuus Medlem af Lagtinget, valgt af Sambandspartiet. Han var moderat i alle sine Anskuelser, men der var Linje og Beslutsomhed i hans Politik, hvad enten han gav Udtryk for sine Tanker i Udvalg eller i aabent Lagtingsmøde. Sund Resonneringsevne og Respekt for Virkeligheden prægede hele hans Skikkelse og Færd.
Gennem en lang Række Aar bestred H.A. Djurhuus betydningsfulde offentlige Hverv, og den samme Omhu og personlige Samvittighedsfuldhed viste han overfor det smaa, saavel som overfor det store, han havde at varetage. Til sin død (1934-1949) var han Medlem af og Næstformand i Færøernes Amts Sparekasses Repræsentanskab.
Med H.A. Djurhuus bortgang er et af de mest karakteristiske Ansigter i det, vi i dag forstaar ved det gamle oprindelige Thorshavn, forsvundet.
Vi vil komme til at mærke det mange Aar frem i Tiden.
-n.
Bókmentaligt virksemi
Í mínum ungdómi fekst eg eisini við bókmentaligt virksemi. Eg var limur í einum mentunarligum kjakfelag og eisini limur í einum enskum bókaklubba.
Eisini spældi eg sjónleik, fyrstu ferð, tá eg var 17 ár. Tá hevði eg ein leiklut í sjónleikinum Magnus hjá Rasmus Effersøe. Eg skuldi detta til jarðar, tá ið kommandanturin í leikinum hugdi hvassliga at mær. Henda leiklutin dámdi mær tó einki, eg helt hann vera flovisligan.
Leingi eftir mín fyrsta leiklut fekk eg at vita frá Margrethu, sum hevði verið til sýningina, at hon tá bert hevði vanvirðing fyri einum persóni, sum kundi átaka sær ein so fjákutan leiklut. Men eg fekk tó uppreisn í seinni leiklutum.
Næstu ferð fekk eg ein størri leiklut sum studenturin í Charleys tanta, og fekk eg tá mítt gjøgnumbrot.
Síðan tá vóru sjónleikir ikki spældir, uttan at boð vórðu send eftir mær. Vit spældu bert sjónleik til frama fyri vælgerandi endamál. Vit fingu bert okkara beinleiðis útreiðslur endurgoldnar. Tað skuldi gerast ein neyvur roknskapur, sum skuldi sendast fútanum.
Tey seinastu árini, eg var við, var tað ein frú Marcher, sum skipaði fyri. Hon tók tað kanska ikki so tungt við roknskapinum, og tað vóru fleiri, sum noktaðu at vera við undir hennara leiðslu.
Hon var rættiliga musikalsk og hevði mong góð hugskot. Men viðurskiftini vóru so smá tá ið tíðini. Tí føldu vit okkum illa, tá tað frá landfútanum kom fyrispurningur um hesa ella hasa útreiðslu.
Maður frú Marcher var meistari á Smirli. Hann hevði eina góða inntøku sum var ásett av danska maskimeistarafelagnum. Hann var ein sera trivaligur maður. Tað var kanska ikki altíð so stuttligt hjá honum at koma heim og verða hundsaður til av konuni.
Marcher var so trivaligur, at tað var við neyð og deyð, at hann slapp niður í maskinrúmið á Smyrli.
Maskinmeistarin, sum ikki slapp niður í maskinrúmið
Men tá ið hann fór av Smirli, kom ein avloysari, sum var dupult so tjúkkur. Hann kallaðist Rosentræter. Hann slapp als ikki niður í maskinrúmið, men mátta passa sítt ábyrgdarfulla arbeiði frá erva av. Tað kann hava verið í lagi, men onkuntíð mundi vera brúk fyri at síggja viðurskiftini frá botni av. Hann var við Smirli í fimm ár. Tað var ikki bert tað, at hann ikki kom í maskinrúmið, men hann var heldur ikki í landi alla hesa tíð. Tá vóru ongar bryggjur, sum Smiril kundi leggja at. Og hann var so tungur, at hann helt tað ikki vera ráðiligt at fara í land við teimum smáu róðrarbátunum, sum førdu ferðafólkini aftur og fram.
Óhugnaligur túrur hjá Vesta
Tann 17. desember 1916 var eg umborð á ferðamannaskipinum Vesta til eitt sjóforhoyr eftir eina óhugnalig ferð til Føroya úr Danmark.
Tá ið Vesta var komin til Lindesnes í Noregi var skipið steðgað av einum stórum týskum kavbáti, sum var eins stórur og Vesta. Tá Vesta hevði ligið eina løtu, fingu teir eitt signal frá kavbátinum. Teir skiltu hetta, sum at tað var í lagi at sigla víðari. Men tá ið teir settu ferð á, skeyt kavbáturin eina granat beint fyri stevnið av Vesta, hon brast í sjógvin við einum øgiligum rokilsi. Næsta skotið fór beint omanfyri brúnna. Her var eisini ein granat sum brast. Nú fór manningin í skundi undir at seta út bjargingarbátin, beint sum kavbáturin gjørdi klárt at senda triðja skotið, sum skuldi senda Vesta til botns.
Nú róði stýrimaðurin á Vesta yvir til kavbátin at tosa við skiparan. Hann var sera gruggutur og segði, at um hann gjørdi sína skyldu, so sendi hann Vesta til botns. Men eftir sum tað vóru so nógv ferðafólk á dekkinum, so vildi hann lata Vesta sleppa við skrekkinum hesa ferð. Hann slapp tá at halda áfram. Tá ið teir høvdu siglt ein hálvan tíma, vóru teir við at sigla á eina minu, sum lá og fleyt í vatnskorpuni.
Tað var ikki nóg mikið við tí. Ein tíma seinni skuldi messudrongurin fylla petroleum á eina lampu. Tá hetta var gjørt, ansaði stýrimaðurin eftir, at tað var bensin, sum varð koyrt á lampuna. Bensinið skuldi so hellast av lampuni aftur. Tá var drongurin so óansin, at nakað av bensininum kom á eitt borð, har tað stóð eitt tendrað stearinljós. Nú brast lampan við bensininum saman við dunkinum, og alt miðskipið stóð í ljósum loga. Messudrongurin varð nakað brendur. Eftir einum tíma varð eldurin sløktur, men tá var skaðin eisini stórur. Samb. Dimmalætting var hann kr. 4.000, og hetta var nógvur peningur tá.
Eftir at Vesta var komin til Kirkwall í Orknoyggjum til bretska eftirlitið og skuldi fara avstað aftur, máttu teir venda við, tí týskarar høvdu blakað minur í innsiglingini. Nú máttu minutrolarar beina hesar minur burtur.
Tað var í samband við hesar hendingar, at forhoyrið varð tikið. Vit vóru umborð frá kl. 4 seinnapartin til kl. 11.
Men hýrurin var ikki verri enn, at eg saman við amtmanni, fúta og nøkrum av »fínu« ferðafólkinum varð boðin til døgurða umborð. Her vóru 5 rættir og 6 sløg av víni. Kortini fekk eg als ikki kenning.
Tað var vist árið eftir, at Vesta varð torpederað sunnanfyri Føroyar. Manningin kom í bjargingarbáti inn til Sumbiar. Kahúttsjomfrúin fekk annað beinið skotið burtur, men kláraði seg kortini, hóast stórt blóðtap.
Í komandi parti er komið so langt hjá Kristiani, at nú skal hann giftast. Hetta var ikki bara sum at siga tað