Kristian Eli Zachariasen takkar fyri seg

Hevur sitið í býráðnum í 12 ár

Kristian Eli Zachariassen, býráðslimur í Klaksvík, stillar ikki upp aftur til býráðið hesaferð.

Kristian Eli Zachariassen, annar maður á listanum hjá Sjálvstýri við 103 atkvøðum, hevur sitið í býráðnum í 12 ár, og nú er tíðin komin at skifta fokus og at brúka meira tíð upp á familjuna, sigur hann.

– Hjá mær er tað soleiðis, at tá eg fari í holt við nakað, so vil eg gjarna gera tingini ordiligt, so eg brúki nógva tíð upp á at viðgera mál, lesa mál og seta meg inn í tingini, sigur Kristian Eli Zachariassen, sum eisini situr í nevndini í SEV.

– Eg havi faktiskt seinastu 12 árini so at siga ikki havt summarferiu, tí eg havi brúkt summarferiuna upp á býráðið og annað. So tað hevur gingið út yvir famimljulívið. Eg havi tveir dreingir, annar er fýra ár og hin fyllir trý ár nú. So eg vil heldur fokusera upp á familjuna næstu fýra árini.

Talan er kortini ikki um nakra nýggja avgerð, tí Kristian Eli Zachariassen var longu í farna ári greiður yvir, at hann stillaði ikki upp aftur, tá setan var av.

– Tað er við blandaðum kenslum, at ein tekur eina slíka avgerð, tí man hevur trivist væl í hesum ábyrgdarsessi. Eri takksamur fyri at hava fingið møguleikan at umboða fólkaræðið og verið ein partur av menningini av Klaksvíkar Kommunu - serstakliga tey seinastu 8 árini - saman við nøkrum dugnaligum og framskygdum samstarvsfeløgum.